Skriva út
Lagt út: 12.03.2012

Ráðstevna: Útnorður í 21. øld - Samfelag, útbúgving og gransking

Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrinum verður 25 ár í 2012.Deildin fer at gera vart við hesa hending við eini ráðstevnu, ið lítur framá. Dentur verður lagdur á nakrar av teimum serligu avbjóðingum, sum útnorðurøkini standa frammanfyri her í byrjanini av 21. øld. Ráðstevnan hevur fingið heitið: "Útnorður í 21. øld: Samfelag, útbúgving og gransking – Nýggir leiklutir í altjóða samfelagnum ".

Leiðandi fakfólk úr øllum norðurlondum koma at kjakast um hesi evnisøki. Talan er um fólk innan samfelagsfrøði og søgu við serkunnleika innan eitt nú kreativar vinnur, útbúgvingargransking, stjórnmálafrøði, mobilitetsgransking, nationalismu, smásamfeløg v.m.

Endamálið við ráðstevnuni er at fáa fram nýggjastu vitanina um útnorðursamfeløgini. Samstundis er ætlanin at fáa lagt lunnar undir varandi granskingar- og útbúgvingarsamstarv millum Føroyar og næstu grannarnar, eitt nú við at kjakast um møguleikarnar fyri norðurlendskum Ph.D.-skúla, felags masterútbúgvingum og øðrum granskingar- og útbúgvingarmøguleikum.

Partur av ráðstevnuni verður almennur, har Norðurlandahúsið verður karmur um fyrilestrar og kjak um samfelagsviðurskifti, gransking og útbúgving í útnorði. Hesin parturin verður 24. apríl. Sí skránna her.

Tilmelding fer fram, við at tekna seg á radstevna@setur.fo og við at gjalda kr. 100 á konto: 9181 4958723. Íroknað gjaldinum er kaffi og miðmáli. Navnið á luttakara skal viðmerkjast, tá goldið verður.
Tilmeldingarfreistin er hósdagin 19. apríl 2012.

Fleiri upplýsingar um ráðstevnuna kunnu fáast við at venda sær til Hans Andrias Sølvará hansas@setur.fo ella til Gest Hovgaard gesturh@setur.fo