Skriva út
Lagt út: 09.06.2010

Politisk undirtøka fyri at arbeiða við íløgum í ílegum

Á landsstýrisfundi mánadagin 7. juni legði Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum fram upprit um at fara í holt við at fremja FarGen-verkætlanina - Íløgur í ílegur. Undirtøka var fyri málinum, sum tað nú verður arbeitt víðari við.

Í samføðu við Útvarpið 8. juni segði Aksel V. Johannesen, at m.a. er ætlanin at fyriskipa eina verkstovu í heyst fyri at kanna , hvørt altjóða áhugi er fyri gera íløgur í føroyskar ílegur. Um áhugin er til staðar, er ynski at ílegulesa allar føroyingar, so tilfar fæst til ílegugransking.

Hoyr alla samrøðan í Útvarpinum - uml 3 min inni í sendingini.
 
Ílegugransking í Føroyum verður samskipað undir Ílegusavninum. Hetta er ikki ein granskingarstovnur, men ein samskipandi eind innan heilsuverkið, ið hevur sum uppgávu at fáa uppbygt neyðugar skráir, gera møguligar forkanningar og annars at viðgera umsóknir til at granska í upplýsingunum.

Sambært Løgtingslóg nr. 62 frá 17. mai 2005 um gransking í mannaílegum er í § 4 ásett, at: "Ílegugransking í vevnaði hjá persónum, skrásettum í Føroyum, kann bert verða framd av teimum, sum Ílegusavnið hevur gjørt sáttmála við um gransking."

Væntandi verður meira at frætta um FarGen verkætlanina seinni í summar.