Skriva út
Lagt út: 26.10.2023

Polar Law Symposium 16 av bakkastokki í Kongshøll

Í morgun er altjóða ráðstevna um póllóg byrjað á Fróðskaparsetrinum. Tað var Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, sum setti ráðstevnuna.

Komandi dagarnar fara umleið 100 fólk at røða og hoyra um nógv ymisk løgfrøðilig viðurskifti knýtt at póløkjunum. Ráðstevnan kallast Polar Law Symposium og hetta er 16. ferð, at hon verður hildin. Seinast var ráðstevnan í Íslandi, og áðrenn tað millum annað í Japan, Tasmania, Noregi, Finlandi og Alaska.

Høvuðsrøðararnir eru Frederik Harhoff, Bjørn Kunoy og Bergur Djurhuus Hansen.

Harumframt eru omanfyri 50 fyrilestrar og styttri framløgur á skránni við granskarum úr øllum heiminum.

Øll skráin sæst her

Tað er Depil Kára á Rógvi fyri gransking í lóg og løgfrøði, sum skipar fyri ráðstevnuni. Høvuðsfyrireikararnir eru Bárður Larsen, Michael M. Karlsson, Christina Janusardóttir Isaksen og Kristian Joensen.

Sí eisini kunning um undanfarnu ráðstevnurnar her

Mynd: Michael M. Karlsson, leiðari fyri Depil Kára á Rógvi fyri gransking í lóg og løgfrøði, røður.