Skriva út
Lagt út: 22.09.2015

Ph.d. verkætlan í fiskivinnu við stuðli úr Horizon 2020

Ráðgevingarfyritøkan Syntesa, sum heldur til í Syðrugøtu, hevur fingið ein ph.d. kandidat í starvsfólkahópin. Hon eitur Rannvá Danielsen og tók við starvinum 1. september. Tað skrivar Syntesa í tíðindaskrivi í dag.

Rannvá Danielsen fer í síni ph.d. verkætlan at simulera og evaluera socio-økonomisku úrslitini, sum kunnu koma burturúr, um vit innføra nýggja fiskivinnuskipan í norðurlondunum. Hetta fer hon millum annað at gera við búskaparligum kost-nyttu greiningum og modellum.

Ph.d. verkætlanin hjá Rannvá Danielsen er partur av stórari Evropeiskari granskingarverkætlan, sum eitur Social Science Aspects of Fisheries for the 21st Century (stytt SAF21), har ymisk samfelagslig atlit í samband við fiskivinnu verða kannað. SAF21 er fíggjað úr Horizon 2020.

Ólavur Gregersen, stjóri í Syntesa, sigur, at henda ph.d. verkætlan hóskar sera væl til tað virksemi, sum felagið longu hevur innan vinnuligar framleiðslur og tænastur knýttar at havinum. Syntesa luttekur í fleiri altjóða verkætlanum innan fiskivinnuumsiting, og við Rannvá verða fýra starvsfólk, sum burturav koma at arbeiða við samfelags- og vinnumenning innan hetta økið. Í alt starvast níggju fólk hjá Syntesa, harav fimm sita í Føroyum, eitt í Danmark og trý í Spania.  

Rannvá Danielsen verður formliga útskrivað sum doktari frá Háskúla Íslands, har hon frammanundan hevur tikið eina MSc útbúgving í umhvørvis- og tilfeingisfrøði. Hon hevur eisini eina BA í journalistikki frá Southampton Solent University í Onglandi.

Les um SAF21 verkætlanina á heimasíðuni hjá Syntesa