Skriva út
Lagt út: 28.12.2006

Orkusparandi tøkni til skip

Orkusparandi tøkni til skip

Fiskivinna og sjóflutningur sum heild, eru sum flestu kunnugt, rættiliga orkukrevjandi. Hækkandi oljuprísur hóttir við at taka lønsemi úr fiskivinnuni, og hendan prísgongd ferð væntandi ikki at broytast tey næstu árini. Tað er við hesum fyri eyga at verkætlanin "Level Measurement System", skal ætlandi blíva eitt orkusparandi amboð umborð á skipum, ið kann økja um føroyskt kappingarføri.

Skipanin verður ment sum eitt granskingarsamstarv ímillum Landsbyggifelagið, Fróðskaparsetur Føroya, Marorka og Robert Gordon University í Skotlandi. Orkusparandi skipanin, ið verður nevnd Maren, ið er verandi skipan hjá Marorku í Íslandi, kann geva ein árliga sparing uppá 5-10 % av orkunýtsluni. Afturat tí fíggjarligu sparingini eru eisini umhvørvislig sjónarmið til orkunýtslu. Føroyskur umhvørvispolitikkur hevur ofta verið á breddanum í samband við, at ikki hevur verið tikið undir við Kyoto sáttmálanum, ið áleggur øll heimsins lond um at minka um teirra kolvetnisútlát. Tá hugsað verður um stóru oljunýtsluna hjá føroyska fiskiflotanum, hevur tað ikki verið sæð sum ein fíggjarliga burðardyggur møguleiki. Visjón 2015 leggur eisini upp til eina líknandi minking, ella rættari, effektivari orkunýtslu, og Maren skipanin kann verða eitt stórt stig á røttu leið til eina meir umhvørvisvinarliga fiskivinnu í Føroyum og øllum heiminum.

Sum nevnt so er Maren skipanin longu í nýtslu og verður brúkt av skipum í nógvum ymiskum londum kring heimin. Maren skipanin er bygd upp av fleiri pørtum - "modulum", ið fevna um framdrátt, siglingarætlan, trolspøl o.s.fr. Í Føroyum er Norrøna í gongd við at uppseta Maren skipanina, og Smyril hevur eisini royndarkoyrt Level Measurement System - moduli við góðum úrslitum.

Maren (Level Measurement System) skipanin virkar við at máta og rokna uppá, hvussu aldan um skipið er og eftir hesum stýra ferð, dýpi og ætt til tað, ið er best hóskandi til givnu umstøðurnar. Aldan verður máld við 4 -8 radarum, ið verða festir ymsastaðni á síðini, ið senda mikrobylgjur, sum síðan verða endurspeglaðar í vatnskorpuni, og ferðin, ið bylgjan ferðast, verður nýtt at rokna út frástøðu við einum neyvleika uppá uml ±2 mm. Teir taka upp til 40 mátin