Skriva út
Lagt út: 12.12.2007

Orkugransking: Kunningardagur í Brússel

19. desember verður ein kunningardagur um gransking innan orku. Dagurin verður hildin í sambandi við, at 4 útboð um granskingarverkætlanir í 7. rammuskránni vórðu almannakunngjørd 30. november.

Endamálið við degnum er at veita áhugaðum kunning um hesar granskingarverkætlanir, bæði viðvíkjandi innihaldi og fíggjarligum og løgfrøðiligum kørmum.

Dagurin byrjar klokkan 8.30 og endar klokkan 16.00.

Les meira um tiltakið her.