Skriva út
Lagt út: 08.09.2015

Open Access – hví frí atgongd?

Open access ella frí atgongd er skipan, sum gevur beinleiðis og ókeypis atgongd til vísindalig avrik.
Bæði í føroyskum og í ES høpi verður nú sett krav um fría atgongd til úrslit, sum eru avrikað við almennum stuðli. 
Tá ið stuðul verður latin til gransking og nýskapan, er viðkomandi hjá stuðulsveitaranum at tryggja sær, at úrslitið, sum spyrt burturúr, kann verða nýtt til onnur frambrot, og at tað er atkomuligt hjá øðrum granskarum.

Í ES høpi eru tvinnir vegir at geva atgongd til vísindalig avrik. Egin skjalagoymsla, sum verður nevnd “grøn” frí atgongd. Ella frí atgongd til útgivið verk, sum verður nevnd “gull” frí atgongd. Báðir møguleikarnir verða nýttir, tá ið talan er um avrik við stuðli úr ES. Stuðulsmóttakarin ger av, hvussu atgongdin til verkið verður.

Frí atgongd stimbrar vitanarbúskapin, tí at fleiri brúkarar fáa skjóta og beinleiðis atgongd til gransking. 
Frí atgongd varðveitir vísindaliga støðið og kann minka um útreiðslurnar.
Frí atgongd gevur teimum, sum arbeiða við gransking, fyrimun, tá eitthvørt skal endurgevast og tað ikki er neyðugt at hava hald fyri at koma at útgávuni.
Frí atgongd gevur rithøvundum møguleika at varðveita fleiri rættindi, enn um talan var um vanliga útgávu. 
Frí atgongd gevur lesaranum nógv fleiri brúkararættindi, enn útgávur, ið krevja hald.

Les meira um Open Access her