Skriva út
Lagt út: 05.11.2013

Óluva K. Vang vart ph.d. á DTU

Hósdagin 31. oktober 2013 vardi Óluva K. Vang ph.d.-ritgerð við heitinum “ATP measurements for monitoring microbial drinking water quality”.  Granskingararbeiðið er gjørt á DTU Environment, har verjan eisini fór fram.

Granskingin hevur havt til endamáls at kanna mikrobiologisku góðskuna í drekkivatni við einum ávísum kanningarhátti (ATP mátingar). Tað serliga við hesum kanningarháttinum er, at svartíðin er einans fáir minuttir. Ein danskur samandráttur av ritgerðini kann lesast her

Hans-Jørgen Albrechtsen, professari á DTU Environment, og Christian Smith á Grundfos Holding A/S hava verið vegleiðarar.

Próvdómarar til verjuna vóru:
Frederik Hammes, ph.d., seniorgranskari á EAWAG, Switzerland
Rasmus Boe-Hansen, deildarleiðari á Krüger A/S
Hans-Christian H. Lützhøft, seniorgranskari á DTU Environment

Les um Óluva Vang í Heilagrunninum