Skriva út
Lagt út: 03.02.2009

Økja áhugan fyri gransking millum børn og ung

Granskingarráðið hevur tikið stig til eitt nýtt átak, sum miðar ímóti at økja um áhugan fyri gransking og vitan millum børn og ung í Føroyum. Granskingarráðið hevur í hesum sambandi sent yvir 60 fólkaskúlum norska blaðið Nysgjerrigper, sum snýr seg um gransking innan at kalla øll evni.

Granskingarráðið vónar við hesum, at gentur og dreingir fáa enn betri hug at fáa nýggja vitan, og at tey fáa hug at seta spurningar við ymisk viðurskifti tey møta í gerandisdegnum. Nógvar spurningar.

Blaðið verður sent til fólkaskúlarnar í Føroyum fýra ferðir um árið. Fyrr í hesi vikuni vóru fýra bløð send til skularnar, men í framtíðini er ætlanin at eitt blað verður sent skúlunum hvønn ársfjórðing.

Granskingarráðið væntar, at børn og ung úr fimta flokki til níggjunda flokk fáa gagn av at arbeiða við blaðnum.

Les meir um Nysgjerrigper á: http://nysgjerrigper.no/