Skriva út
Lagt út: 22.03.2010

Nýtt útboð: Marie Curie


Kommissiónin kunngjørdi 17. mars eitt nýtt Marie Curie útboð, har lýst verður eftir umsóknum til Marie Curie ferðastyrk til einstaklingar.

Við einum Marie Curie styrki kunnu royndir granskarar (við einum Ph.D ella minst fýra ára granskararoyndum) útinna sína egnu granskingarverkætlan á einum stovni í einum øðrum landi, enn granskarin kemur frá. Styrkur verður veittur frá einum upp til trý ár. Granskingarøkið er frítt.

Talan er um trý sløg:

Intra-european fellowships (IEF)
Hetta slagið av styrki stuðlar yrkismenningini hjá royndum granskarum innan øll granskingarøki, við at veita fíggjarligan stuðul til eina granskingarverkætlan, sum verður framd í Europa. Skikkaðir granskarar kunnu koma frá øllum londum, men kunnu ikki hava arbeitt í landinum sum hýsir verkætlanini í meir enn 12 mðr. av teimum seinastu 36 mðr.

Lýsingurteksur og kunningartilfar um útboðið


International Incoming Fellowships (IIF)
Hetta slagið av styrki stuðlar royndum granskarum, sum eru frá einum landi uttanfyri Europa, við at veita fíggjarligan styrk til eina granskingarverkætlan, sum verður framd á einum stovni í Europa. Er granskarin frá einum menningarlandi, kann talan eisini g erast um at veita styrk til at viðkomandi kemur aftur til upprunalandið. Skikkaðir granskarar kunnu koma frá øllum londum.

Lýsingurteksur og kunningartilfar um útboðið


International Outgoing Fellowships (IOF)

Hetta slagið av styrki stuðlar yrkismenningina hjá royndum granskarum innan øll granskingarøki, við at veita fíggjarligan stuðul til eina granskingarverkætlan, sum verður framd á einum stovni í einum landi uttanfyri Europa upp til tvey ár. Tað er eitt krav, at granskarin kemur aftur til Europa at arbeiða í minst eitt ár eftir at verkætlanarskeiðið er runnið. Skikkaðir granskarar eru borgarar í einum europeiskum landi.

Lýsingurteksur og kunningartilfar um útboðið

Umsóknarfreist: 17. august 2010, kl. 17:00, lokaltíð í Brússel