Skriva út
Lagt út: 16.11.2010

Nýtt Nysgerrigper júst útkomið


Temaði í Nysgerrigper hesuferð er nanotøkni. Tvær greinar eru um nanotøkni. Onnur viðger møguleika fyri at gera føtur, sum kunnu ganga upp eftir veggjum ella uppi undir loftinum, eins og vit kenna tað frá eiturkoppum og flugum. Hin greinin spyr m.a. hvat nanotøkni er.

Harafturat eru greinir um falskan heilivág, minni hjá krákum og um unga parið, ið eru við at verða liðugt við at útbúgva seg til granskarar. Eins og áður eru eisini spurningar, støddfrøði uppgávur og mangt annað spennandi í blaðnum.

Granskingarráðið sendir Nysgjerrigper blaðið til allar fólkaskúlar í Føroyum, har tað flestu staðni er at finna á bókasavninum.

Til ber eisini at taka blaðið niður her