Skriva út
Lagt út: 02.12.2009

Nýtt arbeiðsrit frá Granskingardeplinum

Granskingardepilin fyri samfelagsmenning hevur, saman við Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagnum, gjørt eina kanning um føroyskar sjómenn, sum sigla í øðrum londum. Úrslitini av kanningini kunnu lesast í Arbeiðsriti 22, sum júst er latið úr hondum.

Endamálið við verkætlanini var at kanna nøkur sentral viðurskifti, sum hava við føroyskar sjómenn, ið virka í øðrum londum. M.a.:

  • Hvussu nógvir føroyskir sjómenn sigla í øðrum londum (og um gjørligt hvar)

  • Hvussu stóra inntøkur hava hesir

  • Hvussu er talið av sjómonnum broytt tey seinnu árini

  • Hvussu er inntøkan broytt tey seinnu árini

  • Hvørja ávirkan hava inntøkurnar hjá hesum sjómonnum á lands- og kommunalbúskapin

Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur og Dennis Holm, samfelagsfrøðingur, hava gjørt kanningina.

Tak niður Arbeiðsrit 22

Vitja heimasíðuna hjá Granskingardeplinum fyri samfelagmenning