Skriva út
Lagt út: 15.06.2009

Nýskapan: vegurin úr kreppuni


Í dag og í morgin hittast umboð frá donskum fyritøkum fyri at velja tíggju tey bestu uppskotini til, hvussu avbjóðingarnar í fíggjarkreppuni best loysast gjøgnum nýskapan.

Fyritøkur, sum satsa uppá nýskapan, klára seg munandi betur í krepputíðum enn aðrar fyritøkur. Tað vísir altjóða gransking. Tí er tað týdningarmikið at stórur dentur verður lagdur á nýskapanarøkið.

Tað er ein av boðskapunum frá ráðstevnuni ‘FutureNext’, sum í dag og í morgin verður hildin í Keypmannahavn. Á ráðstevnuni koma umleið hálvthundrað danskar fyritøkur við teirra boðum um, hvussu nýskapan skilabest verður raðfest í krepputíðum. Seinnapartin í morgin fara fyritøkurnar at atkvøða fyri tí besta hugskotinum.

- Nakrar fyritøkur eru noyddar at minka um íløgurnar í gransking og nýskapan, tá fall er í eftirspurninginum. Men eitt stórt tal av donskum fyritøkum velja faktiskt at brúka eins nógv til nýskapan – ella enntá at økja um innsatsin í krepputíðum, sigur Lars Mikkelgaard-Jensen, formaður í Ráðnum fyri tøkni og nýskapan, á fist.dk.

Les meir um FutureNext her

Les meir um týdningin av nýskapan og vinnulívs gransking, sum Dansk Center for Forskningsanalyse (2005) hevur gjørt.