Skriva út
Lagt út: 20.11.2012

Nysgjerrigper 4/2012 sent øllum skúlum

Fjórða og seinasta útgávan í 2012 av norska vísindablaðnum fyri børn, Nysgjerrigper, er júst komin.

Í blaðnum verður m.a. spurt, um tú veitst:
Hvussu tú kanst orka at eta dessert, hóast tú ert proppmett/ur?
At summi blíva sjúk av luktum?
At dunnur kunnu sova við einum eyga opnum?
At fílar skifta tenn 6 ferðir í lívinum?

Greinirnar hesaferð eru millum annað um arbeiðið at finna heiluvág úr havinum, um dinosaurar og leopardir.

Eisini eru plakatir, spurningar, uppgávur og mangt annað spennandi í blaðnum.

Granskingarráðið sendir Nysgjerrigper blaðið til allar fólkaskúlar í Føroyum, har tað flestu staðni er at finna á bókasavninum. Er tað onkur skúli, sum saknar blaðið, ber til at venda sær til okkara á gransking@gransking.fo  

Til ber eisini at taka hesa og undanfarnar útgávur av blaðnum niður her