Skriva út
Lagt út: 06.09.2013

Nysgjerrigper 3/2013 sent øllum skúlum

Triðja útgávan í 2013 av norska vísindablaðnum fyri børn, Nysgjerrigper, er júst komin.

Temaið hesaferð er um hav og vatn, har greinir eru um hávar og laks. Eisini eru greinir um, hvussu vit kunnu snýtast til at minnast ting, sum vit ikki hava upplivað og um, hvussu vit kunnu læra okkum at minnast betri

Eisini eru plakatir, spurningar, uppgávur og mangt annað spennandi í blaðnum.

Granskingarráðið sendir Nysgjerrigper blaðið til allar fólkaskúlar í Føroyum, har tað flestu staðni er at finna á bókasavninum. Er tað onkur skúli, sum saknar blaðið, ber til at venda sær til okkara á gransking@gransking.fo

Til ber eisini at taka hesa og undanfarnar útgávur av blaðnum niður her