Skriva út
Lagt út: 12.09.2012

Nysgjerrigper 3/2012 sent øllum skúlum

Triðja útgávan í 2012 av norska vísindablaðnum fyri børn, Nysgjerrigper, er júst komin.

Í blaðnum verður m.a. spurt um tú veit, hvat vektloysi er? At astronautar mugu brúka
blæu viðhvørt? At umleið 80% av heilanum er vatn? At tað eru umleið 2000 sløg av mýggjabitum, bara í Norra?

Greinirnar hesaferð eru millum annað um arbeiðið sum astrounautur og sum myndatakari av djórum.

Eins og áður eru eisini plakatir, spurningar, uppgávur og mangt annað spennandi í blaðnum.

Granskingarráðið sendir Nysgjerrigper blaðið til allar fólkaskúlar í Føroyum, har tað flestu staðni er at finna á bókasavninum. Er tað onkur skúli, sum saknar blaðið, ber til at venda sær til okkara á gransking@gransking.fo  

Til ber eisini at taka hesa og undanfarnar útgávur av blaðnum niður her