Skriva út
Lagt út: 17.09.2009

Nysgjerrigper 3/09 sent øllum fólkaskúlum

Nysgjerrigper nr 3-2009 er komið og Granskingarráðið hevur sent øllum fólkaskúlunum í Føroyum blaðið. Skúlarnir fáa millum 1 og 3 bløð, alt eftir stødd. Vit rokna við, at blaðið er tøkt á bókasavninum ella á øðrum felags stað á skúlunum.

Hendan útgávan av blaðnum kann eins og undanfarnar útgávur eisini takast niður av heimasíðuni www.nysgjerrigper.no

Granskingarráðið hevur slóðir til ymsar áhugaverdar síður fyri børn. Um tit hava hugskot  til aðrar síður, sum vit kunnu vísa til, frætta vit fegin á gransking@gransking.fo