Skriva út
Lagt út: 04.03.2011

Nysgjerrigper 1/2011 sent skúlunum

Fyrsta útgávan í 2011 av norska vísindablað fyri børn, Nysgjerrigper, er júst komin  Greinarnar i blaðnum spenna víða hesuferð. Ein grein er um, hvussu fornfrøðingar við nýggjari tøkni kunnu kanna, hvat finst í jørðini, uttan at grava so nógv sum fyrr. Fleiri greinar eru um djór, m.a um krabbadýr og sjimpansur. Eisini er grein um at vera lukkuligur.
 
Fyrimynd er til verðins besta pappírsflúgvara og uppskot til føðingardagsspøl. Eins og áður eru eisini plakatir, spurningar, støddfrøði uppgávur og mangt annað spennandi í blaðnum.

Granskingarráðið sendir Nysgjerrigper blaðið til allar fólkaskúlar í Føroyum, har tað flestu staðni er at finna á bókasavninum. Er tað onkur skúli, sum saknar blaðið, ber til at venda sær til okkara á gransking@gransking.fo

Til ber eisini at taka blaðið niður her