Skriva út
Lagt út: 04.05.2009

Nýggjur depil fyri veðurlagsgransking í Nuuk


Fríggjadagin 1. mai var hátíðarhald í Nuuk í samband við, at ein nýggjur depil fyri veðurlagsgransking læt upp. Leiðari á depilinum, ið hevur fingið 35 mio. kr. frá Videnskabsministeriet, er professarin og havlívfrøðingurin, Søren Rysgaards, sum hevur drúgvar royndir sum granskari í Grønlandi.

Depilin er eitt úrslit av samstarvi millum grønlendska landsstýrislimin innan vísindamál, Tommy Marø, og danska vísindamálaráðharran, har peningur er fingin til vega úr sokallaðu globaliseringspuljuni. 
- Tað er týdningarmikið at stuðla júst hesum slagnum av gransking í Grønlandi, tí grønlendska fólkið verður beinleiðis ávirkað av veðurlagsbroytingunum. Samstundis vilja vit tryggja, at donsk og grønlendsk verðurlagsgransking fær enn størri og týðandi leiklut í framtíðini, sigur danski vísindamálaráðharrin, Helge Sander, á heimasíðuni hjá ráðnum.

Tommy Marø er eisini sera fegin um nýggja depilin í Nuuk:
- I Grønlandi eru vit sera fegin um at kunna hýsa veðurlagsgranskingardeplinum. Vónandi verða loysnir funnar uppá nógvar av teimum avbjóðingunum, sum vit kanska fara at uppliva, sigur Tommy Marø. Grønland er eisini við at fíggja virksemi við eitt nú skrivstovuhølum, í nýggju hølunum hjá universitetinum í Grønlandi (mynd).

Greenland Climate Research Center, sum depilin eitur, skal m.a. kanna og granska ávirkanina av veðurlagsbroytingunum, og hvussu samfeløgini kunnu laga seg til broytingarnar.