Skriva út
Lagt út: 13.08.2013

Nýggj vísindasiðsemislóg sett í gildi fyri Føroyar

Í summar er nýggj lóg um vísindasiðsemiliga viðgerð av heilsuvísindaligum granskingarverkætlanum sett í gildi við kongaligari fyriskipan. Fyriskipanin, nr. 961 frá 15. juni 2013, kann lesast á Kunngerðarportalinum. Hon avloysir kongaligu fyriskipan nr.  862 frá 30. november 1999

Fólkatingið samtykti 1. juni 2011 lóg um vísindasiðsemiliga viðgerð av heilsuvísindaligum granskingarverkætlanum. Føroyskir myndugleikar heittu á danskar myndugleikar um at seta lógina í gildi fyri Føroyar við teimum broytingum, sum vóru neyðugar í mun til føroysk viðurskifti. Uppskotið varð sent til hoyringar í Føroyum í januar 2013 og varð lagt fyri Løgtingið til viðgerðar 6. mars. 2013.  Tað varð endaliga samtykt í Løgtinginum 6. mai 2013. Løgtingsviðgerðin og hoyringssskriv síggjast her 

Vísindasiðseminevndin er nevnd undir Heilsumálaráðnum. Verandi nevnd situr til nýggj nevnd er vald av landstýrismanninum. Hetta arbeiðið er í gongd.

Gransking.fo hýsir heimasíðuni hjá Vísindasiðseminevndini. Les meira her