Skriva út
Lagt út: 21.06.2013

Nýggj viðgerð móti ovurviðkvæmi

Á Aarhus Universitet kanna tey eina nýggja viðgerð móti ovurviðkvæmi. Gongur royndartíðin sum ætlað, so kanst tú longu í 2014 sproyta við hesi viðgerð og sleppa undan ovurviðkvæmi.

Viðgerðirnar, ið fáast móti ovurviðkvæmi í dag eru oftast langtíðarkrevjandi og truplar. Tí verður arbeitt við at finna nýggja og skjótari viðgerð.

Á sumri elska flestu okkara at vera úti og njóta góða veðrið, men fyri fleiri er hetta ein marrutíð. Tað er nevniliga mest pollen í luftini um summarið.

Hóast vit í Føroyum ikki hava eins heitt summar og aðrastaðni, so kenna fleiri okkara væl til ovurviðkvæmi og tær keðiligu avmarkingar, ovurviðkvæmi kann hava við sær.

Men nú er tíbetur vón fyri framman til øll tey, ið eru ovurviðkvom fyri pollen. Á Aarhus Universitet, Institut for Klinisk Medicin er Hans Jürgen Hoffmann, professari, í holt við at kanna eina nýggja viðgerð móti ovurviðkvæmi fyri pollen.

»Tú skalt hava tríggjar innsproytingar yvir tríggjar mánaðir, og so hevur tú tað munandi betur tey næstu trý árini,« sigur, Hans Jürgen Hoffmann, professari.

Hetta er eitt avmarkað tíðarskeið í mun til viðgerðirnar, ið finnast í dag, har tú skalt hava innsproytingar eina ferð um vikuna í 16 vikur og síðani sættu – áttandu hvørja viku – í trý til fimm ár.


Sproyta beinleiðis í eitilin
Viðgerðin fer fram á tann hátt at sproyta verður í eitilin í lærkreppingini. Sproytan inniheldur andevni, ið er evni, ið elvir til ovurviðkvæmi.

»Tað er í eitlunum, at okkara kyknur gera andenvi. Tí fært tú eina ógvusliga reaktión av andevninum, tá tú sproytar andevni beinleiðis í eitlarnar. Hendan viðgerð gevur munandi betri úrslit enn aðarar viðgerðir, har andevni verður sproytað inn aðrastaðni á kroppinum, tí tá má skipanin sjálv føra andevni til eitlarnar,« sigur Hans Jürgen Hoffmann, professari.

Andevni eru sambært Hans Jürgen Hoffmann professara orsøkin til, at vit verða órinin fyri evnum, ið elva til ovurviðkvæmi. Hetta er orsøkin til at nýggja viðgerðin kann verða árinsmikil í trý ár.
Truplar viðgerðir móti ovurviðkvæmi í dag

Í dag eru tveir møguleikar at fáa viðgerð fyri ovurviðkvæmi. Tú kanst fáa eina sproytu í húðina (subkutan innsproyting), ella tú tekur eina tablett undir tunguna (sublingual immunterapi).

»Trupulleikarnir við hesum viðgerðum er, at tær eru tíðarkrevjandi og við innsproytingunum krevst, at tú ert til viðrakning hjá lækna í ein tíma eftir viðgerð. Tað eru tað ikki nógv fólk, ið hava tíð til í dag. Mínar royndir við tablettunum eru, at fólk gloyma at taka tær, tá sjúkueyðkennini ikki eru so sjónlig,« sigur Hans Jürgen Hoffmann, professari.

Harafturat hava viðgerðirnar í dag nógv fleiri hjáárin við sær, sum eitt nú skriða, hetta tí, andevni skal fleiri ferðir runt allan kroppin. Í nýggju viðgerðini brúkar tú eisini minni mongdir av andevni, tí tað verður sproytað beinleiðis í eitlarnar, har andevni verður framleitt og tað hevur við sær færri hjáárin.


Aðrir granskarar hava ikki víst á úrslit
Á allergiklinikkini á Gentofte sjúkrahúsi eru tey tó ikki heilt sannførd um nýggju viðgerðina, og granskingarleiðarin og professari í ovurviðkvæmi, Lars Kærgaard Poulsen, metir at gott hevði verið við fleiri kanningum.

»Vit hava gjørt eina rannsókn, har 25 sjúklingar hava fingið viðgerð, meðan 13 fingu placeboviðgerð. Her kundu vit ikki staðfesta nakran mun í bólkunum.«

»Hetta merkir tó ikki, at vit hava staðfest at viðgerðin ikki riggar, men vit hava staðfest, at vit ikki kunnu prógva, at viðgerðin riggar. Tí er neyðugt at gera fleiri kanningar av sama slag,« sigur Lars Kærgaard Poulsen, professari á Allergiklinikkini á Gentofte sjúkrahúsið.

Væntandi klárt næsta ár
Viðgerðin hevur verið eftirkannað í Sveis, men er framvegis ikki eftirkannað við royndarfólkum í Danmark. Hans Jürgen Hoffmann, professari, væntar tó, at tú kanst fáa viðgerðina á tínum egna sjúkrahúsið á heystið 2014.

»Tó kanst tú ikki fáa viðgerðina hjá egnum lækna, tí eitlarnir eru sera truplir at raka. Neyðugt er við serútgerð, og vit brúka ultraljóð fyri at vera vís í at raka rætta stað,« sigur Hans Jürgen Hoffmann, professari, á Aarhus Universitet.

Á Aarhus Universitet og Aarhus Universitetshospital kannar man í løtuni viðgerðina á sjey royndarfólkum, men tey hava ætlanir um eina størri kanning við 36 tilvildarliga valdum fólkum, har nøkur teirra fáa røttu viðgerðina, meðan restin fær placeboviðgerð.

Kelda: Videnskab.dk