Skriva út
Lagt út: 03.05.2018

Nýggj handbók til útlendskar granskarar

Granskingarráðið hevur givið út nýggja handbók til útlendskar granskarar, ið umhugsa at flyta til Føroya at granska ella longu eru komnir til landið.

Í handbókini er kunning um millum annað arbeiðsloyvi, familjuviðurskifti, bústað, málskeið, skatt og føroyska mentan og samfelagsviðurskifti og føroyska granskingarlandslagið.

Handbókin, ið er á enskum, varð fyrstu ferð givin út í 2014 og er nú dagførd og sett upp av nýggjum.

Nýggja útgávan av A Foreign Researcher´s Guide to the Faroe Islands kann takast niður á føroyska EURAXESS portalinum. Leinki er her