Skriva út
Lagt út: 30.03.2017

Nýggj gransking.fo almannakunngjørd

Ein nýggj útgáva av heimasíðuni hjá Granskingarráðnum - gransking.fo - er júst almannakunngjørd.

Síðan hevur fingið dagført sniðið og hevur fingið nakrar nýggjar funkur, men byggir tó i stóran mun á undanfarnu síðuna, bæði í innihaldi og útsjónd.

Nýtt og gott gamalt

Alt tilfarið á gomlu síðuni er gjøgnumgingið og størsti parturin er fluttur yvir á nýggju síðuna, har tað er skipað av nýggjum. Næstan 1500 tíðindi frá 2003 til 2017 eru flutt við. 

Umframt ovasta bredda, har síðurnar eru skipaðar eftir virkseminum hjá Granskingarráðnum, eru nýggir snarvegir settir á síðuna, sum vísa leiðina til tilfar, sum vit meta at brúkarar oftast koma eftir.

Tíðindi, síður og tiltøk í kalendaranum líkjast í sniði og hava øll fingið eina nýggja funku afturat sær, har til ber at lesa viðkomandi tilfar. Hetta verður gjørt við at frámerki, tags, verða sett á líknandi síður og tíðindi.

Tilfeingi uttan stert

Fitt av kunning um gransking í víðari merking er eisini á nýggju síðuni. Hetta er til dømis Stuðulsyvirlitið við øllum stuðlaðum verkætlanum, leinki til ph.d.ritgerðir, Heilagrunnurin við fleiri enn 300 granskarum skrásettum og tilfar frá Vísindavøkunum og øðrum tiltøkum. Vit hava valt at skipa hetta tilfarið undir yvirskriftini Tilfeingi, á enskum Resources. Vit halda, at tað er hóskandi at nýta hetta aktuella og virðislødda orðið um savnið av vitan, sum øll kunnu fáa lut í. 

Enska stovnsheitið broytt og búmerkið dagført

Í sambandi við umleggingina av heimasíðuni er avgerð tikin um at dagføra enska stovnsheitið. Higartil hevur stovnurin verið kallaður "The Faroese Research Council" á enskum. Hetta hevur ikki verið nøktandi í samskiftinum við útlendingar, sum ikki hava knýtt Faroese við Faroe Islands. Tí er avgerð tikin um at broyta enska stovnsheitið til "Research Council Faroe Islands". Hetta meta vit er greiðari úti í heimi. Eisini samsvarar hetta við heitið hjá EURAXESS tænastuni, sum á enskum kallast "EURAXESS Faroe Islands". Búmerkið okkara er dagført við nýggja enska heitinum. Les um búmerkið her 

Sansir hevur staðið fyri sniðgeving og forritan

Sansir hevur sniðgivið og forrita nýggju síðuna fyri Granskingarráðið. Sansir hevði eisini gjørt sniðið og veitti skipanina til fyrru útgávuna av gransking.fo 

Tekniska skipanin aftanfyri nýggju síðuna er open source skipanin Umbraco. 

Skipanin tillagar seg ymsu skíggjarnar, sum síðan verður vist á. 

Viðmerkingar og rættingar vælkomnar

Vit vilja fegin frætta, um tað eru spurningar, viðmerkingar ella hugskot til nýggju heimasíðuna. Hvat saknakst á síðuni? Átti okkurt at verið skipað øðrvísi? Er tørvur á málsligum batum? Ert tú komin fram á brotin leinki ella stavivillur? Send okkum so ein teldupost á gransking@gransking.fo ella ring til okkara á 567800.