Skriva út
Lagt út: 06.03.2024

Nýggj bók um føroyska fosturtøkuspurningin

Nýggj bók um føroyska fosturtøkuspurningin er komin út.

Bókin við heitinum Abort. Grundgevingar fyri rættinum at velja sjálv – er eitt greinasavn um rættin at velja sjálv, sum granskarar, serfrøðingar og fólk við kunnleika um økið hava skrivað.

Bókin byggir á vitan frá ymsum granskingarverkætlanum, harímillum onkrari, sum Granskingarráðið hevur stuðlað.

Bókin er tann fyrsta av sínum slag. Høvundarnir lýsa mannagongdir, lóggávu, frásøgur um royndir, politiska landslagið viðvíkjandi abort og ta vitan, vit hava um evnið. Harumframt verður politiska orðaskiftið um spurningin lýst, og nýggj hagtøl løgd fram. Høvundalistin spennir tískil víða - úr læknafrøði, umvegis m.a. retorikk og heimspeki, til løgfrøði.

Umframt at grundgeva fyri ræðisrættinum hjá kvinnuni yvir egnum kroppi, er endamálið við bókini eisini at lýsa økið í síni heild og soleiðis byrta upp undir eitt kjak á meira upplýstum grundarlagi.

Úr fororðunum eftir Maluni Marnersdóttir:

- Abort. Grundgevingar fyri rættinum at velja sjálv brýtur av nýggjum tabu um fosturtøku, tí hon fer so gjølliga um evnið. At ráða yvir egnum kroppi merkir, at tú sjálvt gert av, um tú vilt taka móti læknaviðgerð líka mikið, hvør hon er. Eisini um hon er abort, sum greinirnar í hesi bók tala fyri.

Turið Nolsøe og Turið Hermannsdóttir hava ritstjórnað.

Í sambandi við útgávuna skipar Sprotin fyri Orð & Tónar tiltaki í Reinsarínum í kvøld, 6.mars kl. 20.

Kelda: Ritstjórnin