Skriva út
Lagt út: 11.01.2011

Nýggir ph.d.arar og doktarar í 2010

Fimm føroyingar luku ph.d. prógv í 2010 sambært skrásetingunum hjá Granskingarráðnum.

Jonhard Eysturskarð vardi 22. januar ritgerð sína á NTNU, Norges Tekniske og Naturvidenskabelige Universitet. Ritgerðin ber heitið ”Mechanical Properties of Gelatin Gels; Effect of Molecular Weight and Molecular Weight Distribution” Les meira um verjuna her. Jonhard er síðani farin í granskingarstarv á Fiskaaling, har hann í dag er leiðari fyri Biotøkni deildina.

Bogi Bech Jensen vardi 11. mars ritgerð sína við School of Electrical, Electronis and Computer Engineering, Newcastle University. Ritgerðin ber heitið “Investigation of Toroidally Wound Induction Machines”. Les meira her. Bogi Bech Jensen hevur síðani á heysti 2009 verið í starvi sum lektari á Institut for Elektroteknologi við DTU.

Marin Strøm vardi 4. juni ritgerð sína við Københavns Universitet. Ritgerðin ber heitið "Diet and physical activity during pregnancy and women's health. Fish consumption and physical activity among women of childbearing age in relation to their later risks of postpartum depression, hypertensive and cardiovascular diseases " Les meira um verjuna her.  Marin heldur fram við síni gransking í granskingarsentrinum, Centre for Fetal Programming, sum Sjúrður F. Olsen er leiðari fyri.

Kristianna Hammer vardi 17. august ritgerð sína á Odense Universitetshospital, Syddansk Universitet. Ritgerðin ber heitið “Portraying Hope – A study among women newly diagnosed with gynaecological cancer”. Les meira um verjuna her.

Unn Højgaard á Lað vardi 9. desember ritgerð sína við Universitetet i Stavanger.
Ritgerðin ber heitið “Fuktpreferansu mátingar við kjarnumagnetiskum resonansi”. Les meira um verjuna her. Unn er í starvi sum granskari á International Research Institute of Stavanger (IRIS).

Ein doktaraverja var eisini í 2010. Martin Zachariassen vardi 21. mai dr.scient. ritgerð við heitinum “Fixed Orientation Interconnection Problems: Theory, Algorithms and Applications”. Les meira um verjuna her. Martin er deildarleiðari á DIKU við Københavns Universitet og formaður í Granskingarnevndini. Hann hevur frammanundan Ph.D.prógv, sum hann leyk í 1998.

Ph.d.ritgerðir um føroysk viðurskifti
Tað vóru í øllum førum vardar tvær ph.d.ritgerðir afturat, sum hava serligan áhuga í Føroyum.

Lotta Numminen frá Deildini fyri Geografi við Universitetið í Helsinki vardi 14. mai ritgerð sína við heitinum: "The interplays of histories, economies and cultures in human adaptation and settlement patterns: the cases of the Faroe Islands and Greenland." Les meira um verjuna her.

Russel Fielding vardi 8. oktober ritgerð við Louisiana State University (LSU), Baton Rouge, USA. Heitið á ritgerðini er: Artisanal Whaling in the Atlantic: A Comparative Study of Culture, Conflict and Conservation in St. Vincent and the Faroe Islands. Les meira um verjuna her.

Til ber at síggja allar skrásettu ph.d.ararnar og áður skrásettu granskararnar við at fara í Heilagrunnin. Her eru umleið 280 fólk skrásett í løtuni.

Saknast onkur doktari, doktaralesandi ella annar í grunninum, frætta vit fegin á gransking@gransking.fo