Skriva út
Lagt út: 13.06.2017

Nú kanst tú søkja stuðul til vinnu ph.d.-verkætlanir

Hevur tú hugsað um eina granskingarverkætlan, sum kann loysa eina ítøkiliga avbjóðing, menna fakligu førleikarnar og skapa vøkstur í tykkara fyritøku ella tykkara vinnu? Nú er møguleiki at søkja stuðul til eina slíka verkætlan.

Lýst verður eftir umsóknum til vinnu ph.d.-verkætlanir í Føroyum.

Umsóknirnar verða skrivaðar og viðgjørdar í tveimum umførum:

Í fyrra umfari skal eitt hugskot lýsast. Ein stutt verkætlanarlýsing skal skrivast. Dentur skal leggjast á væntaða nyttuvirðið fyri fyritøkuna og granskingarumhvørvið og á styrkta fakliga netverkið millum fyritøku og granskingarumhvørvi.

Umsóknarfreistin í hugskotsumfarinum er 1. september 2017 kl. 12. Serstakt oyðublað skal nýtast til endamálið.

Ein metingarnevnd metir um innkomnu uppskotini og bjóðar bestu umsóknunum víðari til seinna umfar.

Ein fullfíggjaða umsókn skal sendast inn áðrenn freistina, sum væntandi verður 1. desember 2017 kl. 12.

Umsóknirnar verða í báðum umførum mettar eftir hesum krøvum:

- Vinnuligur týdningur og ávirkan

- Vísindalig góðska

- Skipan av verkætlan

Les meira um stuðulin her

Tú kanst eisini koma á kunningarfundin, sum vit skipa fyri í Vinnuhúsinum mikudagin 21. juni kl. 15.

Tilvildarliga vald mynd.