Skriva út
Lagt út: 11.04.2008

Norðurlendskt samstarv í alheimsgerðini

"Tað týdningarmesta í norðurlendska samstarvinum er, at norðurlond í felag gagnnýta síni granskingar- og innovatiónsevni og kappingarevni til at taka av avbjóðingunum frá alheimsgerðini." Hetta segði Halldór Ásgrímsson, aðalskrivari hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum aftaná alheimsráðstevnuna, sum var við Riksgränsen í Svøríki 8.-9. apríl.  

Jóannes Eidesgaard, løgmaður, luttók á ráðstevnuni saman við hinum norðurlendsku stjórnarleiðarunum.

Yvirlýsingin frá Riksgränsen, sum stjórnarleiðararnir stuðla, hevur givið nýggja orku til arbeiðið at taka upp avbjóðingarnar frá alheimsgerðini. Ásgrímsson segði, at fundurin við Riksgränsen hevur styrkt norðurlendska felagsskapin.

Les meira um ráðstevnuna á heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum.