Skriva út
Lagt út: 03.10.2023

Norðurlendskt granskingarsamstarv skapar stórt meirvirði

Norðurlendskt granskingarsamstarv gevur betri vísindaliga góðsku og sterkari netverk. Eisini eru betri møguleikar fyri at fáa lut í ES-granskingarstuðli.

Tað eru nakrar av afturmeldingunum frá granskarum, sum eru við í granskingarverkætlanum, ið fáa stuðul frá NordForsk. Norðurlendski granskingarstovnurin hevur í frágreiðing síni NordForsk Impact Report 2023 lagt fram úrslit og dátur frá 142 granskingarverkætlanum, ið NordForsk hevur stuðlað.

- Afturmeldingarnar frá granskarunum vísa greitt, at stór meirvirði og samfelagságóðar verða skapt, tá norðurlendskir granskarar samstarva. Tí eiga teir stovnar í norðurlondum, ið fíggja gransking, at samstarva meira um felags útboð, heldur Arne Flåøyen, stjóri í NordForsk.

Sambært viðtøkunum í NordForsk skulu granskarar frá í minsta lagi trimum norðurlondum samstarva um eina verkætlan fyri at fáa stuðul. Eisini skulu verkætlanirnar skapa norðurlendskt meirvirði.

108 verkætlanir, ið hava skrásett norðurlendskt meirvirði í 2023, hava svarað, at meirvirðið kemst av, at granskingin byggir á serligar førleikar hjá norðurlendskum granskarum.

81 verkætlanir siga, at norðurlendska samstarvið økir vísindaligu góðskuna. 78 siga, at samstarvið gevur meirvirði, tí tað byggir upp sterkari netverk.

Føroyar hava sjálvstøðugan limaskap í NordForsk og kunnu søkja um granskingarstuðul á jøvnum føti við hini norðurlondini.

Greinin hjá Arne Flåøyen í Sciencereport.dk um ágóðar við norðurlendskum samstarvi sæst her.