Skriva út
Lagt út: 09.10.2023

NordForsk leggur fram tilmælir um menning og burðardygd

NordForsk, granskingarstovnurin hjá Norðurlandaráðnum, hevur lagt fram 33 tilmælir frá útvaldum norðurlendskum granskarum um, hvussu norðurlond skulu røkka ásettum menningar- og burðardygdarmálum innan teirra granskingarøki.

Greinasavnið ber heitið Fast Track to Vision 2030. Allar 33 greinirnar eru skrivaðar við støði í granskingarverkætlanum, ið eru fíggjaðar av granskingarstovnunum hjá Norðurlandaráðnum, Nordforsk og Nordic Energy Research.

Norðurlendsku forsætisráðharrarnir samtyktu í 2019 eina ætlan um, at norðurlond skulu vera mest burðardygga og samlaða landaøki í heiminum í 2030. Tí skal alt samstarv í Norðurlendska Ráðharrastovninum vera í samsvari við hesum.

Virkisætlanin hjá Norðurlendska Ráðharrastovninum fyri 2021 til 2024 greinar, hvussu stovnurin skal røkka málinum við eini røð av átøkum, ið eru tengd at trimum raðfestum økjum: grøn norðurlond, kappingarfør norðurlond og sosialt burðardygg norðurlond.

Greinirnar í Fast Track to Vision 2030 geva viðkomandi og dagførda granskingargrundaða vitan, sum greina avbjóðingarnar og møguleikarnar í norðurlendskum samstarvi komandi árini.

Tilmælini í Fast Track to Vision 2030 kunnu lesast her.