Skriva út
Lagt út: 17.06.2012

NordForsk helt stýrisfund í Havn

Hósdagin 13. og fríggjadagin 14. juni helt stýrið fyri NordForsk fyri fyrstu ferð stýrisfund í Føroyum. NordForsk er stovnur undir norðurlendska Ráðharraráðnum, sum stuðlar norðurlendskum granskingarsamstarvi og ráðgevur um norðurlendskan granskingarpolitikk.

NordForsk stýrið hittist fýra ferðir árliga, av hesum eina ferð um árið í Oslo, har skrivstovan er, og annars uppá skift í hinum høvuðsstøðunum. Summarfundurin er vanliga eitt sindur longri og tíð verður sett av til útferð. Í fjør var summarfundurin í Nuuk, og nú var tíðin so komin at halda fund í Havn fyri fyrstu ferð síðani NordForsk varð sett á stovn í 2005.

Gestirnir komu til Føroya mikudagin seinnapart. Hósmorgunin varð skipað fyri útferð við Norðlýsinum úr Vágsbotni út í Hest og síðani aftur á Gomlu Rætt. Umframt fundarfólkið, vóru umboð fyri granskingarstovnarnar í Føroyum boðin við at hitta gestirnar og at fáa tosað um gransking í Føroyum og møguleikarnar fyri samstarvi.

Myndir frá útferðini síggjast á Facebook síðuni hjá Granskingarráðnum.

Um kvøldið var døgurði á Koks. Gestirnir, sum hava ferðast víða og hava roynt nógvar góðar matstovur, vóru sera hugtikin av matinum og tænastuni, og fleiri teirra søgdu, at hetta upplivilsi var millum tað allarbesta tey yvirhøvur hava roynt.

Fjølbroytt fundarskrá
Sjálvur fundurin var seinnapart hósdag og fyrrapart fríggjadag. Tað eru altíð fleiri stór mál á skránni á stýrisfundunum. Tvey mál av serligum áhuga fyri Føroyar vóru á skránni. Annað er fyrireiking av nýggjari felags norðurlendskari granskingarskrá fyri Arktis. Her verður eftir ætlan klárt at lýsa eftir umsóknum síðst í 2013 ella tíðliga í 2014. Hitt er fyrireiking av felags norðurlendskum átaki innan grønan vøkstur, herundir bioøkonomi. Hetta verður arbeitt víðari við í heyst við ætlan um at seta í verk í 2014.

Niðurstøður og tilmæli frá metingarnevndum vóru løgd fram í sambandi við ætlaða avgerð um at játta stuðul til nýggj norðurlendsk Centres of Exellence innan eScience , innan økini veðurlags- og umhvørvisgransking og heilsu. Talan er um játtan upp til 80 mió kr.

Open Access politikkur og javnstøðupolitikkur fyri NordForsk varð eisini viðgjørdur, umframt tillagingar av arbeiðsætlanini fyri 2014, fíggjarstøðan og annað.

Stýrið fyri NordForsk
Í stýrinum fyri NordForsk eru níggju limir og sjey eygleiðarar. Limirnir eru eitt umboð fyri hvørt av granskingarráðunum í Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki, sum eru tey, sum samfíggja granskingina, sum NordForsk stuðlar, trý umboð fyri NUS, norðurlendska universitetssamstarvið, og eitt umboð fyri norðurlendsku vinnuna. Síðani er ein røð av eygleiðarum, ein frá hvørjum av hesum: Føroyar, Grønland, Áland, baltisku granskingarráðini, norðurlendska Ráðharraráðið, Nordic Innovation og starvsfólkini í NordForsk.

Á fundunum luttaka harafturat stjórin og ymisk starvsfólk, alt eftir hvørji evni eru á skrá. Vanliga eru umleið 18-20 fólk á fundi

Í løtuni verður arbeitt við at umskipa NordForsk. í hesum sambandi er kjak um, hvussu stýrið skal vera sett saman og hvussu stórt tað skal vera. Tað er greitt, at talið av limum verður minkað, men væntandi koma Føroyar at varðveita sína eygleiðarastøðu.

Les meira um NordForsk her.