Skriva út
Lagt út: 14.04.2023

Norðanlond brúka meira pening til gransking og nýskapan

Í norðanlondum øktust útreiðslurnar til gransking og nýskapan í 2021. Størsti vøksturin var í Íslandi og Finnlandi. Av teimum fimm stóru norðanlondunum brúkti Ísland mest og Noreg minst pening til gransking og nýskapan í mun til bruttotjóðarúrtøkuna (BTÚ).

Tað vísa nýggj hagtøl frá hagstovunum í einstøku londunum, ið verða viðgjørd í eini grein á fpol.no, sum greinar hagtøl fyri gransking og nýskapan í norðanlondum. Víst verður millum annað á, hvussu stórar íløgur hvørt land ger í gransking og nýskapan í prosentum í mun til BTÚ og í krónum í mun til fólkatal. Eisini verður lýst, í hvørjum geirum hesar íløgur verða gjørdar, og hvussu nógv ársverk talan er um.

Enn eru eingi hagtøl fyri, hvussu nógvur peningur verður brúktur til gransking og nýskapan í  Føroyum, men løgtingið hevur játtað pening til at fáa til vega hagtøl fyri gransking og nýskapan.

Ein forkanning av, hvat krevst fyri at fáa nøktandi hagtøl um gransking, menning og nýskapan, er gjørd, og arbeitt verður nú við at fyrireika innsavningina av dátum fyri Føroyar.

Granskingarráðið hevur gjørt forkanningina í neyvum samstarvi við Hagstovu Føroya. Eftir ætlan verða fyrstu spurnabløðini send út tíðliga í summar.

Sí grein um forkanningina her