Skriva út
Lagt út: 10.02.2013

NORAN – verkætlan um norðuratlantiska økið

Ein nýggj norðuratlantisk verkætlan í granskingarbólkinum NORAN er farin av bakkastokki á Københavns Universitet við føroyskari luttøku.

NORAN er ein stytt samanrenning av orðunum 'norður' og 'rannsókn'. NORAN varð stovnað í 2011.

Stigtakarar til granskingarbólkin vóru Bergur Rønne Moberg og Ann-Sofie Nielsen Gremaud bæði post.doc. við Københavns Universitet. Granskingarleiðari er Kirsten Thisted, lektari á Københavns Universitet.

Sjálv verkætlanin ber heitið Denmark and the New North Atlantic

Stutt um verkætlanina

Granskingarbólkurin NORAN fekk í desember 2012 játtað 1.237,051 DKK frá Carlsbergfondet til felags verkætlanina "Danmark og det nye Nordatlanten. Identitetspositioner, naturressourcer og kulturarv". Meginparturin av játtanin er oyramerktur til eitt post.doc. stipendat til Ann-Sofie Nielsen Gremaud. Leiðari fyri verkætlanini er Kirsten Thisted, lektari á ToRS (Institut for Tværkulturelle og Regionale Studier), har Ann-Sofie Nielsen Gremaud eisini skal arbeiða. Umframt tær báðar eru hesi í verkætlanarbólkinum: Bergur Rønne Moberg, post.doc INSS, Ebbe Volkquardsen, ph.d.lesandi International Graduate Centre for the Study of Culture at Justus Liebig University, Giessen, umframt aðrir granskarar úr Føroyum, Grønlandi, Ísland, og Norra. Ætlanin er javnan at skipa fyri tvørfakligum og fleirtjóða seminarum og ráðstevnum í og uttanfyri Danmark.

Les meira á ensku heimasíðuni fyri verkætlanina her

Eisini ber til at lesa um verkætlanina hjá Carlsbergfondet her