Skriva út
Lagt út: 07.03.2008

Nógvir nýggir doktarar

Í minsta lagi 13 føroyingar úti og heima hava lokið Ph.D. heitið í 2007 og ein higartil í 2008:

Bárður A. Niclassen, Fróðskaparsetur Føroya
Bárður Árantsson, Syddansk Universitet
Benjamin Pedersen, Ålborg Universitet
Dánjal Jákup Jacobsen, Danmarks Tekniske Universitet
Erika Hayfield, Napier University, Edinburgh
Firouz Gaini, Fróðskaparsetur Føroya
Hans Atli Dahl, Odense Universitetshospital
Helga Mikkelsen, University of Cambridge
Hilmar Kjartansson Danielsen, Danmarks Tekniske Universitet
Høgni Hammershaimb Debes, Fróðskaparsetur Føroya
Juanna Schrøter Joensen, Aarhus Universitet
Ólavur Christiansen, Ålborg Universitet
Poul Martin Bendix, Københavns Universitet
Shahin Gaini, Syddansk Universitet

Tað eru í minsta lagi 40 føroyingar í gongd við Ph.D. verkætlanir í løtuni, av hesum 7 í Føroyum. 4 av hesum hava latið Ph.D.- ella doktararitgerð inn til metingar og bíða eftir verjuni. Fleiri afturat vænta at lata inn í 2008.