Skriva út
Lagt út: 17.02.2015

Nógvar og fjølbroyttar umsóknir um granskingarstuðul komnar

Granskingarráðið hevur aftur í ár fingið nógvar umsóknir um granskingarstuðul. Tá freistin at søkja stuðul úr Granskingargrunninum var úti á middegi í gjár, vóru 44 umsóknir komnar inn. Tað er eitt vet lægri enn í 2014, tá 48 umsóknir vóru. Tað var tað mesta nakrantíð

24 kvinnur og 20 menn standa sum verkætlanarleiðarar í umsóknunum. Hetta er eitt javnari býti enn í fjør, tá nógv fleiri kvinnur enn menn søktu.

Ein góður triðingur av umsóknunum er til ph.d. verkætlanir. Hinar eru til aðrar styttri ella longri verkætlanir.

Umsóknir eru bæði frá føroyskum og útlendskum granskarum. Flestu umsóknirnar eru frá føroyingum, ið búgva í Føroyum ella uttanlands, men eisini eru umsóknir frá útlendingum, ið búgva í Føroyum, og frá útlendingum, ið ikki búgva í Føroyum.

Treytin fyri at fáa stuðul úr Granskingargrunninum er, at umsøkjarin skal vera føroyingur, ella at verkætlanin skal hava tilknýti til føroyskar granskingarstovnar ella á annan hátt hava týdning í føroyskum høpi.

Umsóknirnar eru spjaddar á øll seks økini, sum til ber at søkja á: Fólkaheilsa, Náttúra og náttúrutilfeingi, Mat, Mentan, Samfelag og Tøkni.

Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar. Síðani skulu útlendskir serfrøðingar finnast, sum skulu meta um vísindaligu góðskuna í umsóknunum. Endaliga viðgerðin av umsóknunum verður í seinnu helvt av mai.

Granskingargrunnurin hevur umleið 6,3 milliónir tøkar at býta út til granskingarverkætlanir í hesum umfarinum.

Tilsamans eru næstan 150 verkætlanir stuðlaðar úr Granskingargrunninum, síðani hann var settur á stovn. Yvirlit og status yvir allar verkætlanir, sum hava fingið stuðul til og við 2014 sæst her