Skriva út
Lagt út: 03.09.2012

Netverks- og kunningarfundur: Science in Society

Hevur tú hug at arbeiða við vísindafrálæru, kynsspurningum innan gransking ella innan økið ‘ábyrgdarfull gransking og menning’ í einum altjóða samanhangi?

So er netverks og kunningarfundurin 19. september í Brússel júst nakað fyri teg. Á fundinum verður møguleiki at hitta samstarvsfelagar, fáa kunning um nýggjastu útboðini í Science in Society arbeiðsætlanini fyri 2013.

Á tiltakinum verur serligur dentur lagur á:
- Mobilization and Mutual Learning Activities (MMLs)
- Responsible Research and Innovation (RRI) on tackling societal challenges
- Gender in Science and Research
- New developments in Science Education

Fundarskrá sæst her
Seinasta freist at skráseta seg til tiltakið er 11. september. 
Tilmelding og meira kunning um tiltakið her