Skriva út
Lagt út: 29.01.2008

Møguleiki at netverka innan KTS

Á stóru afturvendandi CeBIT framsýningini (4. - 9. mars), sum er í Hanover á hvørjum ári, er møguleiki at finna samstarvsfelagar innanfyri KST (ICT) í sjeyndu rammuskránni. Tiltakið er skipað sum andlit til andlit fundir, og er lagt til rættis HAGRID saman við IRC (Innovation Relay Centre).

Tiltakið endar við einari yvirskipaðari kunning um evropeisku KST granskingar- og mennignar arbeiði har møguleiki verður at hoyra frá royndunum hjá luttakarum í rammuskráunum. Fundurin verður hildin tann 5. mars, kl. 16:00 - 18:00.

Les meir um CeBIT og um omanfyri nevnda tiltak.