Skriva út
Lagt út: 04.10.2013

Minst 2000 fólk á Vísindavøkuni 2013

Ársins Vísindavøka eydnaðist enn betur, enn vit høvdu torað at droymt um. Talið av vitjandi setti enn eina ferð met, og afturmeldingarnar frá vitjandi og luttakarum siga, at børn og vaksin hugnaðu sær og fingu nógv við heim at hugsa um.

Vísindavøkan var fríggjadagin 27. september frá kl. 8 og út móti midnátt. Fyrstu gestirnir stóðu klárir uttanfyri Østrøm, tá dyrnar lótu upp kl. 8 fríggjamorgunin. Omanfyri 850 fólkaskúla- og miðnámsnæmingar høvdu frammanundan boðað frá, at tey komu á Vísindavøku. Tað var tó skjótt greitt, at talið av vitjandi var mangt slíkt. Mitt fyrrapartin tusti inn við barnagarðsbørnum og fólkaskúlaflokkum, so tey sum stóðu á básunum og fyri tiltøkum høvdu úr at gera at svara spurningum og vísa fram.

Í fyrilestarhølinum vóru níggju framløgur, serliga ætlaðar miðnámsnæmingum. Magni Mohr legði út kl. 9. So nógv ynsktu at hoyra hansara framløgu, at hann noyddist at halda hana tvær ferðir á rað fyri fullsettum sali. Eisini til nógvar av hinum framløgunum var fullsett. PowerPoint frá framløgunum kunnu síggjast her.

Í stóru høllini høvdu granskingarstovnarnir allir básar við ymsum tiltøkum. Møguleiki var at royna at smakka og lukta ymiskt, at fáa mátað blóðsukur og feittprosent, at síggja, hvussu royndir av laksi og øðrum fiski verða tiknar, at síggja, hvussu lundaholur verða filmaðar og at síggja ymiskt undir sjóneyku, t.d. livandi tarvasáð.

Í miðrúminum, sum varð nýtt til tiltøk á fyrsta sinni, stóðu lærarar og næmingar frá Studentaskúlanum í Hoydølum fyri einum tiltaki, sum hevði serliga stóran áhuga millum børnini. Her vóru royndir av nógvum ymsum slagi, millum annað við at lita sodavatn pink og blátt, við maizenablanding, sum bæði kundi verða føst ella flótandi, alt eftir trýsti. Eisini var eitt borð við uppgávum og øðrum til smærri børn.

Ein leyslig uppteljing av teimum, sum høvdu fráboðað luttøku og teimum flokkum og bólkum, sum til bar at seta tal á vísti at umleið 1500 fólk høvdu vitjað umleið kl. 12.30.

Vísindavøkan er partur av tiltakinum European Researchers’ Night, sum er eitt tiltak seinnapart og út á náttina fríggjadag. Sí varð Vísindavøkan formliga sett seinnapartin. Tað var Bjørn Kalsø landsstýrismaður í granskingarmálum, sum setti tiltakið. Røðan kann lesast her.

Aftaná vóru vinnararnir í teknikappingini avdúkaðir og virðislønir handaðar. Sí tekningar og grundgevingar her.

Hendan dagin var høvi at vitja nýggja granskarasetrð iNOVA. Tvær rundvísingar vóru og fleiri enn 100 fólk nýttu høvið at hoyra nýggja stjóran Janus Vang og Svein-Ole Mikalsen professara greiða frá arbeiðinum og møguleikum í húsinum. Eisini vóru Leif Sørensen og aðrir kokkar frá KOKS í nýggja køkinum og greiddu frá og bjóðaðu smakkroyndir.

Um kvøldið var høvuðstiltakið fyrilestur undir heitinum “Plantur til matna: Hvat ber til í Føroyum” og matsmakking. Tað vóru Sigga Rasmussen og Gutti Winther, sum leiddu gestirnar gjøgnum kvøldið við áhugaverdum hugleiðingum, frálíkum myndum og smakki. Afturvið fingu gestirnir høvi at royna nýggju ølina frá Føroya Bjór, sum varð bryggjað til oktoberfest tiltak.

Kvøldið endaði við, at ársins miðlaheiðursløn fyri framúr miðling av almennari gransking varð latin Pál Weihe. Les grundgevingarnar her.

Við eini varligari meting av, hvussu nógv fólk vóru seinnapartin og um kvøldið og við tí í huga, at fleiri eisini vóru fyrrapartin, verður hildið fyri vist at samlaða talið av gestum liggur omanfyri 2000 fólk. Í 2012 vóru umleið 1500 fólk.

Myndir frá Vísindavøkuni verða lagdar á Facebook síðuna hjá Granskingarráðnum í næstum.

Eftirmeting
Ætlanin er at skipað fyri Vísindavøku aftur komandi ár. Hon verður fríggjadagin 26. september 2014. Júst hvar og hvussu tiltakið verður skipað er ikki greitt enn.

Felagið Lóðir ger í løtuni eina frágreiðing fyri Granskingarráðið útfrá teimum spurnarkanningum, sum vóru gjørdar undan, á og aftaná Vísindavøkuna. Hetta tilfarið saman við beinleiðis afturmeldingum frá fyriskiparum og luttakarum verður síðani brúkt til at gera av, hvussu vit skipa tiltakið komandi ár.

Vit vilja fegin frætta frá skúlum, frítíðarskúlum og barnagørðum, sum vitjaðu, bæði at siga okkum hvaðani tey komu, hvussu nógv tey vóru og ikki minst, hvat tey halda um tiltakið og um tey hava hug at koma aftur komandi ár. Vit frætta sjálvsagt eisini gjarna frá øðrum gestum, sum hava hug síga sína hugsan um tiltakið. Boð kunnu sendast á gransking@gransking.fo ella við at ringja á 567800.