Skriva út
Lagt út: 25.09.2013

Mattiltak á Vísindavøkuni við Siggu og Gutta

Fríggjakvøldið 27. september kl. 19.30 til 21.00 fara Sigga Rasmussen, plantufrøðingur, og Gutti Winther, kokkur, umvegis allar sansir at leiða Vísindavøkugestirnar inn í føroyska matplantuheimin.

Undir heitinum Plantur til matna: Hvat ber til í Føroyum, fer Sigga Rasmussen at hava framløgu í tveimum pørtum.

Í fyrra parti, sum er umleið ein hálvan tíma, fer Sigga at greiða frá um plantur, síðani um epli, grønmeti, kryddurtir og villar plantur. Í seinna parti, sum verður aftaná steðgin, tosar hon um blómur til matna, ber og rabarbur. Umframt myndirnar í framløguni, fer Sigga at hava ymisk sløg av plantum frammi á borðunum at lukta og smakka.

Millum báðar framløgurnar fer Gutti at gera matroyndir við nøkrum av umrøddu rávørunum. Eplini verða í miðdeplinum og Gutti fer at greiða frá um matgerðina og geva ráð. Eisini sleppa áhoyrararnir at verða við. Ymsar smakkroyndir vera at fáa. Afturvið bjóðar Føroya Bjór ymiskt leskandi.

Tiltakið, sum er alment, fer fram í fyrilestrarhølinum í Østrøm. Gjørt verur vart við, at plássið er avmarkað.

Mynd: Búnaðarstovan