Skriva út
Lagt út: 16.03.2015

Marie Sklodowska-Curie actions - Individual Fellowship

Nú er tíð at søkja um stuðul úr Horizon 2020, Individual Fellowship (IF). Talan er um útboð í flytføriskipanini Marie Sklodowska-Curie, sum gevur royndum granskara møguleika at søkja stuðul til gransking í øðrum landi. Í flytføriskipanini er ‘bottom-up’ meginreglan galdandi, tvs. at granskarin sjálvur velur evni.

Einstaklingur, sum ynskir at flyta til annað land at granska í eitt tíðarskeið, kann søkja her. Talan kann t.d. verða um føroying uttanlands, sum ynskir at virka á stovni ella í fyritøku í Føroyum í eitt tíðarskeið ella um granskara í Føroyum, sum ynskir at fara uttanlands at granska. Viðkomandi ger avtalu við stovnin ella fyritøkuna og saman senda tey umsókn í Horizon 2020.

Tvey útboð eru í IF, antin sum European Fellowship ella Global Fellowship. Evropeiska útboðið gevur møguleika at flyta millum ES-lond og lond sum Føroyar, Ísland og Noregi, sum hava atlimaskap í Horizon 2020. Globala útboðið snýr seg um at flyta úr Horizon 2020 landi í eitt triðja-land í upp til 2 ár og síðan at koma aftur til Evropa í 1 ár.
 
Tann, sum fær stuðul, skal vera royndur granskari. Royndur granskari hevur ph.d ella hevur granskað í eitt tíðarskeið, sum gevur samsvarandi royndir.

Harumframt er treyt, at umsøkjarin ikki hevur búð ella virka í landinum, sum søkt verður um at fara til, í meira enn 12 mánaðir innan fyri teir seinastu 36 mánaðirnar. Einki krav er um tjóðskap.

Í ár er freistin at søkja tann 10. september. Útboði kann lesast her

Søkt verður á Participant Portal og har er eisini vegleiðing til umsøkjaran. Marie Sklodowska-Curie hevur egna heimasíðu, sum gevur yvirlit yvir øki og evni, sum arbeitt verður innan fyri.

Ivast tú í, hvussu tú skrivar eina góða umsókn í IF, so er møguleiki at fara á skeið í Keypmannahavn tann 9. apríl 2015. Les um skeiðið og melda til her