Skriva út
Lagt út: 27.06.2013

Marie Curie umsóknarfreist 14. august.

Nú styttist av sonnum til seinasta umfarið av Marie Curie umsóknum í FP7. Seinasti møguleiki at senda inn umsókn til einstaklingaskipanirnar, IOF, IIF og IEF er miðskeiðis í august (14. august).

Arbeiðir tú sum granskari í einum europeiskum landi og hevur hug at koma til Føroya í eitt tíðarskeið? Ella hevur tú hug at vinna tær nýggjar førleikar úti í heimi? Uttan mun til hvar tú ert í tíni yrkisleið sum granskari, og uttan mun til hvar í heiminum tú ert, so eru ríkir møguleikar fyri førleika- og yrkismenning í Marie Curie skipanini.

Treytin fyri at søkja er, at tú hevur lokað ph.d. lestur ella hevur minst fýra ára fulltíðar starvsroyndir innan gransking, og at tú ikki hevur verið í landinum tú flytur til meir enn 12 mðr. av teimum seinastu 36 mðr tá søkt verður.

Alt eftir hvar tú ert og hvar tú ætlar at fara, skalt tú vilja eina av trimum stuðulsskipanum, sí niðanfyri.

Umsóknarfreistin er 14. august kl. 17:00 (lokal tíð í Brússel).

Stutt um møguleikarnar:


Intra European Fellowship (IEF): Stuðul til at flyta millum lond í Europa.
Longd: 12-24 mðr.
Lyklaorð: nýggir og/ella framhaldandi førleikar (new and complementary skills), altjóða flytføri, skrá fyri persónliga yrkismenning.

International Incoming Fellowship (IIF): Stuðul til at flyta til Europa úr einum triðjalandi (t.d. USA, Australia, New Zealandi). Sannlíkindini fyri at fáa stuðul eru størri, jú drúgvari royndir umsøkjarin hevur.
Longd: 12-24 mðr.
Lyklaorð: vitanarflutningur (transfer of knowledge), altjóða samstarv, yrkismenning.

International Outgoing Fellowship (IOF): Stuðul til at flyta til eitt triðjaland (t.d.USA, Australia, New Zealand) úr Europa. Sannlíkindini fyri at fáa stuðul eru størri, jú drúgvari royndir umsøkjarin hevur.
Longd: 12-24 mðr. úti í heimi og 12 mðr. heima aftur í Europa.
Lyklaorð: yrkismenning, royndir við samstarvi millum stovnar, royndir við tvørfaklingum samstarvi.

Vitja Marie Curie heimasíðuna http://ec.europa.eu/research/mariecurieactions/index_en.htm
Spurningar kunnu stílast til John D. Olsen á 567802 ella john@gransking.fo