Skriva út
Lagt út: 02.06.2023

Maria Skaalum Petersen leiðari á nýggju Heilsugranskingareindini

Maria Skaalum Petersen er sett sum leiðari á nýggju Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum.

Maria hevur seinastu 15 árini starvast sum heilsugranskari í Føroyum. Seinastu árini sum leiðari, har hon m.a. hevur verið granskingarleiðari á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi og eisini starvast sum leiðari á Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking.

Maria Skaalum Petersen byrjar í starvinum sum leiðari á Heilsugranskingareindini 1. juli 2023.

Ætlanin við Heilsugranskingareindini er at savna heilsugransking á einum stað fyri at fáa eitt granskingarumhvørvi, har heilsugranskarar hava møguleika fyri at sparra saman, deila vitan og royndir og á tann hátt fáa eina sínámillum synergieffekt. Á henda hátt ber til at lyfta heilsugranskingina í Føroyum upp á eitt enn hægri støði.

Kelda: Sjúkrahúsverkið

Myndin er frá Vísindavøku 2022, tá Maria Skallum Petersen varð heiðrað fyri sína framúrskarandi miðling av gransking.