Skriva út
Lagt út: 19.02.2015

Maria Skaalum Petersen fær 1.5 mió kr. til Alzheimers gransking

Í gjár varð kunngjørt, at Maria Skaalum Petersen, granskari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, hevur fingið játtað kr. 1.490.191 til eina post.doc. granskingarætlan um Alzheimers sjúku i Føroyum.

Tað er Det Frie Forskningsråd i Sundhed og Sygdom í Danmark, sum hevur játtað Mariu Skaalum Petersen og 16 øðrum til samans kr. 28 mió. kr. í hesum umfarinum. Endamálið við játtanunum er at geva yngri granskarum bestu umstøður at finna fram til týdningarmikil granskingarúrslit á høgum altjóða stigi.

Heitið á verkætlani er: “Defining the genetic etiology of Alzheimer’s disease in the Faroe Islands”

Í verkætlanarlýsingini verður sagt, at Alzheimers sjúka (AD), stendur fyri á leið 70% av demens førum og ávirkar umleið 13% av fólkunum við 65 ára aldur og økist til 45% við 85 ára aldur. Umleið 50.000 danskir borgarar hava AD. Hetta leggur stórt fíggjarligt trýst á danska heilsuverkið, og byrðan av sjúkuni á sjúklingarnar, familjur teirra, heilsuverkið og samfelagið er stór. AD skaðar kognitivu evnini og hevur við sær stórar útreiðslur til heilivág, lækkaða lívsgóðsku og økir um sjúku og deyðsvanda. Eingin viðgerð er tøk at grøða ella steðga sjúkuni. Tí er stórur tørvur á at fáa meira vitanum AD, at skapa eina betri fatan av sjúkuni og menna viðgerð, sum kann seinka, steðga ella enntá fyribyrgja menning av sjúkuni. Orsøkirnar til AD eru ókendar, men kunnu bæði verða orsakað av genetiskum og umhvørvisligum ávum. Ætlanin er at gera eina Alzheimers kohortu við endamáli at finna genetiskar og umhvørvis faktorar, sum ávirka vandan fyri AD í Føroyum. Mett verður, at tað er ein serligur møguleiki at gera eina slíka kanning millum fólk í Føroyum orsakað av landafrøðiligu støðuni, sum hevur givið eina einsháttaða genetiska bakgrund, og at hetta er eitt serligt høvi at eyðmerkja genetiskar og umhvørvis faktorar, sum hava samband við AD.

Umframt at arbeiða sum granskari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu er Maria Skaalum Petersen eisini føroyskt NCP-umboð á heilsuøkinum. Les meira í Heilagrunninum

Yvirlitið við øllum 17 játtanunum sæst á heimasíðuni ufm.dk