Skriva út
Lagt út: 08.08.2011

Magni Mohr granskarastarv í Onglandi

Magni Mohr er settur í starv sum Senior Fellow Researcher á Sport and Health Sciences, College of Life and Environmental Sciences, á University of Exeter í Onglandi. Magni Mohr er Ph.D. í humanari fysiologi.

Exeter University er í dag á topp -10 listanum yvir bestu universitet i Bretlandi og ambitionin er at gerast besta universitet í landinum. Vóninar eru bjartar um at røkka hesum málinum. M.a. verður nógvur peningur játtaður til at seta útlendskar granskarar og menna nýggjar granskingarhættir.

Magni Mohr sigur, at nýggja starvið er eitt reint granskarastarv (uttan undirvísing). Han fer saman við Peter Krustrup, nýsettum professara, serstakliga at menna invasivar molekylarfysiologiskar granskingarhættir og fótboltsgransking á Exeter, og byggja upp samstarv við aðrar granskingarstovnar. Teir báðir hava áður starvast saman á Copenhagen Muscle Research Center og Institute of Exercise and Sport Sciences í Keypmannahavn, sum verður mett sum topp - 3 granskingarstovnur i heiminum innan Exercise Physiology.

Magni Mohr og Peter Krustrup hava fingið sera góðar sømdir at arbeidða undir í Exeter, m.a. er fígging til at fáa til vega ta granskingarútgerð, sum teimum tørvar. Teir koma at samstarva neyvt við starvsfelagarnar í Keypmannahavn og aðrastaðni við. Samstundis kemur Magni Mohr eisini at hava tilknýti til enska topp-fótboltsheimin.

Les meira um Magna Mohr í Heilagrunninum