Skriva út
Lagt út: 24.09.2017

Magda Lambaa Altinok vart ph.d. um PCOS á Syddansk Universitet

Í juni 2017 vardi Magda Lambaa Altinok, lækni, ph.d.ritgerð sína um PCOS við Syddansk Universitet. PCOS er stytting fyri Polycystisk ovariesyndrom. Hetta er ein sjúka, sum rakar kvinnur í burðarførum aldri, og er ein av vanligastu orsøkunum til ófruktbæri. Sjúkan hevur fleiri ymisk eyðkenni, sum á ymsan hátt eru órógvandi og kunnu føra aðrar sjúkur við sær.

Ritgerðin kallast: "Quality of life, mental and physical health in polycystic ovary syndrome"

Høvuðsvegleiðari hennara hevur verið Marianne Andersen, professari, dr.med. á Klinisk Institut á Syddansk Universitet.

Í metingarnevndini vóru:

Johan Svartberg, professari á Institutt for klinisk medisin, Universitetet i Tromsø
Anette Tønnes Pedersen, lektari á Klinisk Institut, Rigshospitalet - Juliane Marie Centret
Ellen Aagaard Nøhr, professari á Klinisk Institut á Syddansk Universitet, forkvinna

Ritgerðin er sett saman av fleiri vísindaligum greinum:

Prevalence and possible mechanisms of reactive hypoglycemia in polycystic ovary syndrome, útgivin í 2016 í tíðarritinum Human reproduction

Increased thrombin generation in women with polycystic ovary syndrome: A pilot study on the effect of metformin and oral contraceptives, útgivin í 2015 í tíðarritinum Metabolism

Total testosterone levels are often more than three times elevated in patients with androgen-secreting tumours, útgivin í 2015 í tíðarritinum BMJ case reports

Adiponectin, interleukin-6, monocyte chemoattractant protein-1, and regional fat mass during 12-month randomized treatment with metformin and/or oral contraceptives in polycystic ovary syndrome, útgivin í 2014 í tíðarritinum Journal of Endocrinological Investigation

Body composition is improved during 12 months' treatment with metformin alone or combined with oral contraceptives compared with treatment with oral contraceptives in polycystic ovary syndrome, útgivin í 2014 í tíðarritinum Journal of Clinical Endocrinology and Metabolism

Les um Magdu Lambaa Altinok í Heilagrunninum