Skriva út
Lagt út: 30.05.2013

Ljóskastarin settur á gransking á Landssjúkrahúsinum

Mikudagin 29. mai skipaði Granskingarnevndin á Landssjúkrahúsinum fyri fyrstu ferð fyri serstøkum granskingardegi. Tiltakið við plakatum, framløgum og fyrilestrum var sera væl vitjað, og bæði  luttakarar og fyriskiparar lótu væl at.

Granskingarnevndin á LS segði, at endamálið við degnum var at varpa ljós á granskingarvirksemið, ið hevur tilknýti til stovnin, og sum alsamt veksur. Landssjúkrahúsið hevur sum málsetning, at gransking innan heilsuviðurskifti skal vera ein sjálvsagdur partur av virkseminum, og tískil verður gransking raðfest ovarlaga. Mett verður, at sjálvt granskingarvirksemið og úrslitini, ið standast av hesum, kunnu virka við til at tryggja, at viðgerðarstigið og tænastan til sjúklingin er á hægsta stigi.

Tiltakið byrjaði í forhøllini kl. 12.30, har Tummas í Garði læknastjóri bjóðaði vælkomin. Síðani helt Karsten Hansen, heilsumálaráðharri røðu. Hann segði m.a. at Landssjúkrahúsið, deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Ílegusavnið og Setrið hava:
“...skapt gróðrarbotn fyri einari hugburðsbroyting í Føroyum um gransking. Ein hugburðsbroyting frá, at gransking er ikki nakað man fæst við í Føroyum, til at Føroyar eru eitt Mekka fyri teimum sum eru áhuga í at granska.
Boðskapurin frá tykkum er, at tað ber til. Og lønin er fleirfaldað.
Fyrst og fremst kemur nýggja vitanin fólkinum til góða. Tit savna inn og skipa vitan, so onnur kunnu fáa betri heilsu. Men onnur aspekt eru eisini, sum eg sum landsstýrismaður havi áhuga fyri.
Granskingin er neyðug og gagnlig í sjálvum sær, og jaliga ávirkanin spjaðir seg sum ringar í vatninum, bæði fakliga og útbúgvingarliga, sum so aftur gagnar viðgerðini og tænastuni. Eitt vælvirkandi granskingarumhvørvi ger eisini mun í kappingini um tey góðu heilsustarvsfólkini. Rekrutteringin er eftir mínum tykki altavgerandi fyri at framtíðartryggja føroyska heilsuverkið.”

Les alla røðuna her

Fjølbroytt og pakkað skrá

Shahin Gaini, ph.d. , yvirlækni og formaður í granskingarnevndini hjá LS, greiddi síðani stutt frá tiltakinum og endamálinum.

Fyrsti partur av tiltakinum var ein framsýning við postarum ella plakatum,  ið lýsa ymisku verkætlanirnar, ið eru í gongd ella verða fyrireikaðar. Við hvønn postara stóðu fólk klár at greiða frá sínum arbeiði. Tað vóru næstan 30 postarar og so nógv fólk, at tað var kø at sleppa framat í støðum.

Næst á skránni vóru tvær ferðir tríggjar stuttar framløgur um verkætlanir. Í forhøllini legði Sanne Storm, musikterapeutur og ph.d.lesandi fyri við fyrilestri, kallaður: “Forskning i udviklingen af en Voice Assessment Profil (VOIAS) til anvendelse i musikterapi”. Hon vísti m.a., hvussu tað við ymsum kanningum kann síggjast á røddini, tá fólk eru sálarsjúk. Síðani helt Kári Rubek Nielsen framløgu um samstarvsverkætlan hann luttekur í um tarmbrunasjúkur. Framløgan kallaðist: “EpiCom – ein vevgrundaður evropiskur epidemiologiskur dátugrunnur”.  Hann fortaldi um, hvussu sjúkurnar Colitis og Crohn hava tikið seg upp við øgiligari ferð seinastu árini, at títtleikin er hægri í norðurvestur Evropa enn aðrastaðni og at títtleikin í Føroyum er methøgur. Síðst í hesum umfarinum hevði  Jónleyg Fossábrúgv framløgu við heitinum: “Er munur á, hvussu kvinnur og menn uppliva postoperativa pínu?”

Við røntgendeildina vóru eisini framløgur. Har legði Jens Andreasen fyri við framløgu kallað: “Typa 2 diabetes í Føroyum – epidemiologi”. Síðani helt Thomas Rosenberg framløgu kallað: “Genetiske undersøgelser af arvelige øjensygdomme i Færøernes befolkning”. Síðst her var tað Jan Rasmussen, lækni og ph.d.lesandi, sum hevði framløgu, kallað “CTD í Føroyum”. Hann greinaði ymsu sløgini av CTD, sum eru funnin, og metti um, hvussu vandamikil ymsu sløgini eru. Ein spurningur at taka støðu til er, hvar markvirðið skal setast fyri nær fólk eru at rokna sum sjúk og nær tey hava lágt karnetininnihald. Hann vísti eisini talvur yvir, hvussu nógv fólk hava latið seg kannað. Til samans eru nú umleið 30.000 fólk kannaði. Í aldursbólkinum 25-30 ár hava næstan 100% av kvinnum latið seg kannað.

Gestafyrilesarar úr Íslandi, Hollandi og Avstraliu

Eftir tiltøkini í forhøllini var ein steðgur, og síðani varð farið niðan í samkomuhøllina omanfyri vegin, har fyrireikararnir høvdu boðið trimum útlendskum granskarum at halda fyrilestur.

Ein av spurnigunum, sum arbeitt verður við í Føroyum, er møguleikin at fáa Landssjúkrahúsið at gerast universitetssjúkrahús. Í hesum sambandi helt Kristján Erlendsson, yvirlækni á Landspitali og lektari á Háskóla Islands, umframt ráðgevi og formaður fyri íslendsku Vísindasiðseminevndina fyrilestur kallaður: “Útbúgving, gransking og menning á einum lítlum universitetssjúkrahúsi”. Hann vísti á gongdina í Íslandi, har heilsuøkið, hóast landið er lítið samanborið við onnur lond, er sera framkomið á granskingarøkinum. At enda hugleiddi hann um møguleikar fyri samstarvi við føroyska heilsuumhvørvið.

Meningokokkar ella meningitis sjúkan gjørdi lutfalsliga nógv um seg í Føroyum í 1970 og 1980árunum, men síðani hava fáir tilburðir verið.  Nakað varð kannað tá, m.a. gav Pál Weihe út vísindaliga grein um evnið, men síðani  er ikki granskað serligt í hesum í Føroyum. Fyri at hoyra, hvat hendir á økinum í dag, var  Matthijs C. Brouwer, yvirlækni og senior granskari frá Amsterdam Universitetssjúkrahúsi í Hollandi, boðin at halda fyrilestur, sum hann kallaði: “Epidemiologi, klinikk og genetikk við meningokokksjúku”. Hann greinaði sjúkuna, hvussu hon vísir seg hjá sjúkligum, hvørji sløg eru og hvussu hon er útbreidd í heiminum.  Hann greiddi frá ymsum vaksinum og hvussu hesar virka. Hann vísti á, at tað enn ikki finst ein munagóð vaksina fyri B slagið, sum er tað vanliga í Føroyum og Evropa sum heild. Niðurstøðan var, at sjúkan í løtuni ikki ger um seg. Tað ber tó ikki til at siga, um hon fer at hvørva ella kykna aftur.

Ein afturvendandi spurningur í heilsuverkinum eins og alla aðrastaðni er, hvussu vit áhaldandi kunnu gera arbeiðið betri. Í sambandi við innleggingar á sjúkrahús er tað kent, at sjúklingar ofta tapa seg og hetta er ikki gott fyri teir. Alison Kitson, professari og granskari í sjúkrarøktarfrøði við Adelaide University í Avstralia helt fyrilestur undir heitinum: “Frá vitan til praksis”. Hann snúði seg um eina verkætlan á einum sjúkrahúsi við 24 deildum, har tey við ymsum einføldum átøkum og broytingum í mannagongdum kannaðu um tað bar til at forða vekttapi. Niðurstøðurnar vóru sum so ofta ikki heilt eintýddar, men tað var eingin ivi um, at við ymsum smáum tilllagingum og við at vera tilvitað um spurningin bar til at minkað um vekttapið. Hendan fyrilestur vóru serliga sjúkrarøktarfrøðingar áhugaðar í, ikki minst, tí at tað í løtuni er ein kostkanning í gongd á Landssjúkrahúsinum við líknandi endamáli.

Møguleiki at kunna seg um granskingarvirksemið á LS

Framsýningin við postarum kemur at standa frammi í forhøllini í nakrar dagar, so øll kunnu koma at kunna seg um ymsu verkætlanirnar. Seinni er ætlanin eisini at leggja ymiskt tilfar frá tiltakinum á heimasíðuna hjá Landssjúkrahúsinum.

Myndin er frá fyrilestrinum hjá Jónleyg Fossábrúgv í forhøllini.  Fleiri myndir frá tiltakinum eru at finna á Facebook vanganum hjá Granskingarráðnum

Um onkur ynskir myndirnar í háupploysn ber til at venda sær til okkara á gransking@gransking.fo