Skriva út
Lagt út: 17.01.2012

Ljós kann fáa toskin at vaksa meira

Vit hava vitað, at ljós ávirkar kynsbúningina hjá toski. Nýggj granskingarúrslit vísa, at ljós eisini ávirkar menningina av vøddum og hvussu stórur vaksni toskurin verður. Kappingin um at finna vakstrarílegurnar, sum geva besta úrslitið, er í gongd.

Súgdjór hava eins nógvar vøddatægrar frá føðing til deyða. Hjá toski er hetta øðrvísi, tí talið av vøddatægrum í toski broytist munandi gjøgnum lívið. Talið av vøddatægrum sigur nakað um møguleikarnar hjá fiskinum at vaksa seg stóran.

Gransking vísir, at ljósið, sum toskayngul er fyri, hevur týdning fyri vøksturin hjá toskinum, eisini tá hann er vaksin.

Jorge Fernandes, sum er fyrstiamanuensis í lívfrøði við Universitetet i Nordland í Norra, hevur síðani 2009 granskað, hvussu ljós og kynsbúning ávirka vøddamenningina hjá toski.

– Við áhaldandi ljósi økist vøksturin hjá toski munandi. Vit síggja mun av ljósviðgerðini bæði í íleguúttrykkinum og í nøgdini av svøvnhormoninum melatonin longu aftaná 12 tímar, greiður
Jorge Fernandes frá.

10 prosent meira uppá hálvt ár
Í eitt hálvt ár fekk royndarynglið áhaldandi ljós, meðan kontrolynglið fekk dagsljósið, sum er vanligt í Bodø, har sum royndirrnar vóru gjørdar.

Hetta merkir m.a., at kontrolynglið eisini fekk ljós alt samdøgrið í tíðarskeiðnum, har tað er midnáttarsól í økinum, men hinvegin nógv minni ljós um veturin. Ynglið vigaði umleið 2 gramm, tá royndirnar byrjaðu.

Royndirnar vístu ein munandi betri vøkstur hjá ynglinum, sum fekk áhaldandi ljós. Kanningarnar av vøddavevnaðinum vísa, at meira ljós gevur tynri, men fleiri vøddatægrar enn við minni ljósi.

– Við hesum hevur ljósviðgjørdur fiskur møguleika at vaksa seg størri enn óviðgjørdur fiskur, sigur Jorge Fernandes.

Øking í talinum av vøddatægrunum hjá alitoski er sera áhugavert í vinnuligum høpi.

– Onnur gransking hevur víst, at ávirkanin av áhaldandi ljósi á toskayngul eisini sæst trý ár eftir viðgerðina, har fiskurin er størri enn tann fiskurin, sum ikki hevur fingið sama ljós sum yngul. Eingin veit við vissu, hvørjum mýlis mekanismurnar aftanfyri hetta fyribrigdið standast av, fortelur Jorge Fernandes.

Vilja seinka kynsbúningini
Skjóti vøksturin hjá alitoski ger, at hann verður fyrr kynsbúgvin enn villur toskur. Hjá villum toski tekur tað trý til fýra ár at røkka kynsbúnan aldur. Alitoskurin verður kynsbúgvin, tá hann er á leið tvey ár, tá vigar hann bara umleið 1,5 kg.

Kynsbúningin ger, at toskurin brúkar orkuna uppá at framleiða rogn og sil, heldur enn at vaksa. Hetta er ein stórur trupulleiki fyri toskaalivinnuna.

– Vit vilja skilja negativu árinini sum kynsbúning hevur á vøksturin, og vit kanna serliga, hvussu vøddamenningin broytir seg gjøgnum kynsbúningina hjá toskinum, sigur Jorge Fernandes.

Í vinnuligum høpi er tað ynskiligt at seinka kynsbúningini hjá alitoski. Eisini hesa gongdina ber til at ávirka við ljósi.

Fyri at kunna skilja, hvussu ljósið ávirkar kynsbúningina og vøksturin hjá toski, skráseta Jorge Fernandes og samstarvsfelagar hansara eisini lívfrøðiliga urið hjá toskinum nú.

– Vit royna millum annað at kortleggja, hvussu vakstrarílegurnar og eginleikarnir hjá toskinum ávirkast av kynsbúning og ljósbroytingum. Vónin er at finna fram til tær ílegurnar, sum saman við ljósi og kynsbúning geva besta vøksturin, sigur Jorge Fernandes.

Les meira um verkætlanina Havbruk – en næring i vekst (HAVBRUK), sum norska granskingarráðið fíggjar.

Kelda: forskning.no

Granska eisini alitosk í Føroyum
Hóast tað eins og í Norra mest verður granskað í laksi, sum verður eisini granskað nakað´í toski í Føroyum. Roynd hjá Fiskaaling í Árnafirði (Bakkafrost í dag) vísti greitt avirkan av at brúka eyka ljós. Hetta vísti seg við væl minni kynsbúning (næstan null) og av hesum fekst væl størri fiskur samanborið við fisk, ið ikki fekk eykað ljós. Mett verður at niðurstøðurnar í norsku granskingarverkætlanini ivaleyst eisini er galdandi fyri aldan tosk í Føroyum.

Les um granskingina á Fiskaaling her