Skriva út
Lagt út: 27.02.2008

Lítil niðurgongd í talinum av Ph.D.- og doktaraverjum

Í norðurlondum og teimum baltisku londunum vórðu íalt 6.625 Ph.D.- og doktaraheiti* givin í 2006. Samanborið við 2005 var talan um eina niðurgongd á 160 tillutað Ph.D.-heiti. 600 av hesum vóru latin í teimum baltisku londunum og 6.000 í norðurlondum.

 

Sjálvt um tølini fyri 2006 vísa eina lítla afturgongd, so er talið av givnum doktaraheitum síðani fyrst í 90’unum, tá áleið 3.500 persónar árliga fingu tillutað doktaraheitið, økt munandi. Talan er sostatt um eina øking uppá 3.000 frá fyrst í 1990’unum til 2006. Samanlagt hava 84.000 fólk fingið doktaraheitið í norðurlondum og baltisku londunum í tíðarskeiðinum frá 1990 - 2006.

 

Í 2006 Svøríki vórðu 2.759 doktarahitið givin. Hetta svarar til 40% av samlaðu givnu heitinum í 2006. Finnland stóð fyri 20% og Norra og Danmark fyri 15%.

 

Síðani 1990 er parturin av kvinnum, ið hava fingið tillutað doktaraheiti munandi øktur. Í 1990 stóðu kvinnurnar fyri 27% í mun til 45,3% í 2006. Í baltisku londunum vórðu sjey prosent fleiri kvinnur, ið fingu doktaraheitið enn menn. Til samanberingar var talið í 2003 trý prosent hægri, nevniliga 60%. Í norðurlondum eru Finnland og Svøríki tey londini, sum hava størsta kvinnupartin; ávíkavist 47% og 46%.

 

Aldurin á teimum sum fáa tillutað doktaraheitið er javnur. Tey elstu eru í Finnlandi, Norra og Svøríki, har aldurin liggur