Skriva út
Lagt út: 09.01.2018

Leitar tú eftir altjóða samstarvi til umsókn í H2020?

Nýggj leitifunka á Participant Portal

Participant Portal er heimasíðan hjá Horizon 2020, tá ið leitað verður eftir evnum og tá ið umsókn um stuðul skal sendast inn. 

Evnini spenna víða innan gransking, menning og nýskapan og venda sær bæði til almennar og privatar stovnar og fyritøkur. 

Tað kann vera ein avbjóðing at søkja um stuðul í Horizon 2020, serliga um man ikki hevur altjóða netverk at samstarva við. Tí hevur Horizon 2020 ment eina funku, sum ger tað lætt at leita eftir samstarvsparti ella at bjóða seg fram sum ein áhugaður partur innan eitt hvørt evni. 

Á Participant Portal er nýggj funka, sum við skjótari leiting lættliga vísir onnur, sum ynskja at arbeiða við sama evni. 

Tá útboð (call) verða leitað fram á Participant Portal og eitt ávíst evnið er funnið, so er nú møguligt at síggja um onnur leita eftir samstarvspartnara til sama evni. Hetta er bæði galdandi fyri evni, sum eru latin upp og tey sum koma framyvir, sum eru almannakunngjørd á portalinum.

Mitt á síðuni er brot, nevnt Partner Search, sum vísir, hvussu nógv onnur leita eftir partnara og við at trýsta á funkuna sæst hvørji tey eru, sum leita.

Vitja Participant Portal her