Skriva út
Lagt út: 12.07.2013

Leita eftir fornum trøum í Føroyum

Í summar hava 4 fólk frá lærda háskúlanum í Wien og náttúrugripasavninum í Stokkhólmi gjørt kanningar av fornum plantuleivdum í Føroyum. Endamálið við kanningunum er at lýsa plantuumhvørvið, sum var á Norðuratlantsmótinum fyri góðum 55 milliónum árum síðani. Roynt verður at greina, hvussu gróðurin mentist og spjaddist her um leiðir. Í hesum sambandi hava Føroyar ligið landafrøðiliga í eina lyklastøðu á eini “landbrúgv” millum Norðuramerika/Grønland og Evropa.

Saman við fólki frá Jarðfeingi hava vísindafólkini hugt at kolalindini og millum basaltfláirnar í Suðuroy, Gásadali, Tindhólmi og Mykinesi. Millum annað hava tey vitjað nýggja kolanámið hjá hvalbingum í Prestfjalli.

Í Mykinesi eru knapt tveyhundrað steinrenningar funnar í einum øki á 5 fermetrum. Talan er um træleivdir so sum bløð, nálir, greinar og konglar. Millum steinrenningarnar eru fleiri sløg av trøum, sum ikki hava verið skrásett í Føroyum fyrr. Leiðarin av verkætlanini, íslendingurin Friðgeir Grímsson, letur væl at tí, sum er funnið higartil. Næsta stigi verður at leitað eftir blómusáði (pollen) í leirmolum, sum fara at geva eina gjølligari mynd av gróðrinum og umhvørvinum sum heild her á leiðini tá í tíðini og vónandi eisini varpa ljós á, hvussu gróðurin hevur ment seg og fjølgast millum heimspartarnar fram gjøgnum jarðfrøðiliga tíð.

Steinrenningarnar eru avmyndaðar á Fornminnissavninum og eru í varðveitslu á Jarðfeingi. Komandi ár verða líknandi kanningar gjørdar í Diskofjørðinum í Vesturgrønlandi, og síðani verða tey fyrstu úrslitini frá kanningunum almannakunngjørd í vísindaligum tíðarritum. Meira um verkætlanin, sum verður fíggjað av einum vísindagrunni í Eysturríki, er at finna her.

Kelda: Jarðfeingi