Skriva út
Lagt út: 26.09.2016

Kvøldseta um Føroyar sæð úr ymsum sjónarhornum

Fríggjakvøldið á Vísindavøkuni bjóða vit til framløgu og kjak um Føroyar sæð úr ymsum sjónarhornum. Tónleikur er á skránni, onkur vísindalig roynd verður og so er barrin eisini opin.

Eins og undanfarin ár fara vit at enda Vísindavøkuna við eini kvøldsetu. Hon verður í Reinsarínum fríggjakvøldið 30. september kl. 20.00.

Á skránni eru vísindi í álvarsligari og lættari formi.

Hans Pauli Strøm, sosiologur á Hagstovu Føroya, leggur út við eini framløgu um Føroya demografi frá miðøld til nútíð.

Síðani fara fimm fólk at hugleiða um Føroyar úr ymsum fakligum sjónarhornum við denti á at lýsa støðuna hjá báðum kynum:

Guðrið Andorsdóttir úr ein genetiskum sjónarhorni.
Erling Isholm úr einum søguligum sjónarhorni.
Solveig H. Olsen úr einum mentanarligum sjónarhorni.
Bjarni á Steig úr einum heilsuligum sjónarhorni.
Helena Dam á Neystabø úr einum politiskum sjónarhorni.

Ætlanin er at leggja upp til kjak og møguliga ískoyti úr øðrum sjónarhornum.

Tónleikur við Lív Næs og Tróndi Enni er á skránni hetta kvøldið. Eisini verður onkur vísindalig roynd til álvara og gaman.